Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ræður ikki bert um at vita men eisini um at tæna

John William Joensen

Um vit vilja nakað við føroyskari ferðavinnu, so er ikki bert neyðugt
við góðum flog-førum, tunlum og gistingarhúsum, men eisini góðum ferðaleiðarum, heldur Sámal Bláhamar.

John D. Olsen

Um vit vilja nakað við føroyskari ferðavinnu, so er ikki bert neyðugt við góðum flogførum, tunlum og gistingarhúsum, men eisini góðum ferðaleiðarum, tí tað eru teir ið eru í samband við ferðafólkini. Gestirnir krevja at fáa góða kunning og vænta at tænastustøðið er høgt, tá teir vitja eitt land. Tískil er tað av stórum týdningi, at vit eru meira tilvitað um týdningin av hesum partinum av ferðavinnuni, um vit av álvara vilja gera vart við okkum, innan ferðavinnuna.

Ferðaleiðaraskeið
Fyrst í 80unum byrjaði Tora Tourist Trafikk eitt ferðaleiðaraskeið, sum var hildið tríggjar ferðir. Seinni byrjaði Føroya Handilsskúli uppá ferðaleiðaraskeið, men datt hetta niðurfyri mitt í 90unum.
Generelt haldi eg, at tænastustøðið í Føroyum kann hækkast, um vit gjørdu meir við at senda fólk á skeiðir, ið kunna um hvussu og á hvønn hátt vit eru mótvegis kundum og øðrum samstarvspørtum. Hetta er eisini galdandi innan fyri ferðavinnuna. Í Føroyum mangla vit fólk, men ikki spennandi støð, sigur Sámal Blaðhamar.
Á einum ferðaleiðaraskeiði lærir tú um ymisk hugtøk, ið verða brúkt innan ferðavinnuna, greiðir Sámal frá, ið sjálvur hevur verið á skeiði hjá Service & Co fyri nøkrum árum síðani. M.a. lærir tú, at PAX stendur fyri, hvussu nógv ferðafólk eru við í ferðalagnum og mong onnur hugtøk, ið er týdningarmikil at vita. Harafturat, sigur Sámal, at hann sjálvur fekk nógv burturúr viðvíkjandi tænastu. So, um tú hevur hug til tænastuvinnuna, so er eitt slíkt skeið ein góður møguleiki.

Vitan og tænasta
Tað er umráðandi, at tá fólk koma at vitja okkara land, at vit duga at taka ímóti teimum, á ein vinaligan og innbjóðandi máta. Tey hava jú avlagt orku og pening fyri at síggja okkara vakra land, tí, mugu vit gera okkara til at umstøðurnar fyri teirra upplivilsum eru so góðar sum møguligt. At vera vinaligur og innbjóðandi kanst tú læra, eins væl og tú kanst læra teg um støð og søguna aftanfyri ávísar bygningar o.s.fr. Tað ræður ikki bert um at vita, men eisini um at tæna, sigur Samál Bláhamar

Harleywoodpaint