Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyastevnuskrá 2006

John William Joensen

Hósdagur 25. mai
11.00 Gudstænasta í Christianskirkjuni við Ole Andersen og Niels Paula Danielsen.
14.00-22.00 KÍ CAFÉin opin
15.00 Fótbóltur: KÍ-GÍ Formuladeildin steypakapping.  Mjølnir skipar fyri bóltkast í steðginum, har høvuðsvinningur er ein ferð til Danmarkar við Atlantic Airways.
16.00-20.00 Undirvísing í Emmaus við Ole Andersen, aðalskrivari í "Ordet & Israel".
17.30 Snarkapping í talvi fyri børn og ung í Skákinum á Akursmørk.
19.00 Fótbóltsdystur millum fjallmenn av bygd og fjallmenn úr Klaksvík.  Í hálvleikinum síggja vit seyðahundar reka seyð á vøllinum. Bygdafelagið Ljósið og Seyðahundafelagið skipa fyri.
20.30 Snarkapping í talvi fyri vaksin í Skákinum á Akursmørk.
20.30 Møti fyri menn í Getsamane á Brekku 19.

Fríggjadagur 26. mai
10.00-23.00 Listaframsýning í Leikalund við Hanus L. Sørensen, café’in hevur opið.
12.00 Matstovan hjá Elisabeth Nybo á Viðareiði hevur opið.  Bílegging á Tlf. 451275/451093.
16.00 Mjølnir skipar fyri stórum og leskiligum køkutombola við Shellstøðina.
18.00-22.00 KÍ CAFÉin opin
18.00 Fótbóltur: KÍ-AB gentur 14-17
19.00 Talvkapping í Vágstúni ella í Skákinum á Akursmørk.
19.00-21.00 KFUM & K-skótarnir skipa fyri KONDIBINGO við Café.
 Byrjað verður uttanfyri KFUM & K.
19.00-23.00 Hardball verður í Skúlagarðinum á Ziskatrø KRF skipar fyri.
19.30 Stevnan verður sett í Vágstúni av Gunnvu við Keldu
 forkvinnu í mentunarnevndini.
20.00 Fótbóltur: KÍb-B36 , 3. deild. menn
20.00-23.00 TIVOLI og útsølur við fótbóltsvøllin.
20.00-23.00 KFUM skótarnir hava skjótibreyt við fótbóltsvøllin.
20.00-23.00 Hoppiborgir, Karussel og spæliland við fótbóltsvøllin.
20.00-23.00 Radiobilar fyri børn niðanfyri býráðshúsið.
20.00 Ungdómsmøti í Emmaus við Ole Andersen, aðalskrivari í
 "Ordet & Israel".
20.00-23.00 Barok hevur opið hús.
20.30 Ungdómsmøti í Getsamane á Brekku 19.
21.00 Opið hús fyri ung í Betesda.
23.00-04.00 Gamlamannadansur við Spaðar 5 .
24.00-04.00 Diskoteque í Barok.

Norðoyastevnuaftan 27. mai
08.30 Fótbóltur: KÍd, MB, HBg, ABb kapping piltar.
09.00-23.00 KÍ CAFÉin opin
10.00 Bønarmøti við morgunkaffi í Getsamane á Brekku 19.
10.00 Fótbóltur: KÍa-NSÍa smádreingir.
10.00-23.00 Listaframsýning í Leikalund við Hanus L. Sørensen, café’in hevur opið.
10.00 Fyrilestur í Emmaus við Ole Andersen, aðalskrivari í "Ordet & Israel".
11.00 Fótbóltur: KÍf, NFÍf, NSÍe kapping smápiltar verður spælt á Fossanesi.
11.30 Fótbóltur: KÍb-HBb dreingir.
12.00 Matstovan hjá Elisabeth Nybo á Viðareiði hevur opið. Bílegging á Tlf. 451275/451093.
12.00-13.30 Føroya Bjór renning byrjar. Treysti skipar fyri.
12.00 Renning fyri vaksin (fødd í 1988 ella fyrr). Teinur 5 km.
12.30 Renning fyri dreingir og gentur 7 ár (fødd í 1999 ella seinni). Teinur 675 m.
12.40 Renning fyri dreingir og gentur 10 ár (fødd í 1996-1998). Teinur 675 m.
12.50 Renning fyri dreingir og gentur 13 ár (fødd í 1993-1995). Teinur 1350 m.
13.00 Renning fyri dreingir og gentur 17 ár (fødd í 1989-1992). Teinur 1350 m.
13.10 Firmastafett (3 luttakarar, 1 umfar í part. 675 m x 3).
13.20 Heiðursmerkjahandanin.
13.00 Fótbóltur: KÍa-FSV04 dreingir
14.30-23.30 TIVOLI og útsølur við fótbólts,vøllin.
14.30-23.30 KFUM skótarnir hava skjótibreyt við fótbóltsvøllin.
14.30-23.30 Hoppiborgir, Karussel og spæliland við fótbóltsvøllin.
14.30-23.30 Radiobilar fyri børn niðanfyri býráðshúsið.
14.30 Fótbóltur: KÍc-NSÍb 3. deild menn
15.00 Kappróður: Beint eftir róðurin, verða steypini handað í Klaksvíksgarðinum av Frígerð Heinesen borgarstjóra í Leirvík.
15.00-23.00 Hardball verður í Skúlagarðinum á Ziskatrø KRF skipar fyri.
16.00-20.00 Verkstaðurin á Brekku hevur søluframsýning í Kunningarstovuni.
16.00-20.00 Ponyríðing við Kappróðrarneystið.
16.15 Fótbóltur: KÍ-B71 1. deild menn
17.00-24.00 Barok hevur opið hús.
17.00-22.00 Norðoya Listafelag hevur framsýning í skúlanum við Ósánna.
18.30 Fótbóltur: KÍ-B36 Formuladeildin.
19.00 Talvkapping ímillum Klaksvíkar Talvfelag og Havnar Telvingarfelag í Skákinum á Akursmørk.
19.00-22.00 Eydnuhjól og Kafé í Húsinum hjá Húsmøðrafelaginum við Bøgøtu.
 Uttanfyri verður fiskibrunnur. Bygdafelagið Sigursglæman skipar fyri.
21.00 Ungdómsmøti í KFUM & K.
21.00 Samkoman í Betesda hevur útimøti í Vágstúni.
21.00 Ungdómsróp í Getsamane á Brekku 19.
22.00 Gospelbólkurin Ecclesia úr Solo deo gloria syngur og spælur í Vágstúni.
22.00 Føroyskur Dansur í Skálanum. Klaksvíkar Dansifelag skipar fyri.
23.30 Klaksvíkar Hornorkestur spælir í Vágstún.
24.00 Midnáttarsamkoma. Kyndlagonga kemur í Vágstún, har Frits Johannesen flytur fram røðu. Aftaná verður fýrverkarí á Vágsbø og felagssangur.
24.00-04.00 Diskoteque í Barok.
00.30-04.30 Opið hús, tónleikacafé við livandi tónleiki í KFUM & K.
00.30 Ungdómsdiskoteque í KÍ-høllin við Martin Kjærbo. Dansihugni skipar fyri.

Norðoyastevnudag 28. mai
10.00 Betesdakórið syngur í Vágstúni.
11.00 Gudstænasta í Christianskirkjuni við Hans Eiler Hammer.
11.00 Morgunmøti í Getsamane á Brekku 19.
12.00 Matstovan hjá Elisabeth Nybo á Viðareiði hevur opið. Bílegging á Tlf. 451275/451093.
12.30 Sunnudagsskúli í Betesda.
14.00 Skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri, skótum, ítróttarfólki og hestum fer úr Klaksvíksgarðinum og heim í Vágstún, har Ísak Mikladal flytir fram røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælur.
14.00-22.00 KÍ CAFÉin opin
15.00-16.00 Barnasang Kafé í KFUM & K.
15.00-22.00 Norðoya Listafelag hevur framsýning í skúlanum við Ósánna.
15.00-24.00 TIVOLI og útsølur við fótbóltsvøllin.
15.00-24.00 KFUM skótarnir hava skjótibreyt við fótbóltsvøllin.
15.00-24.00 Hoppiborgir, Karussel og spæliland við fótbóltsvøllin.
15.00-24.00 Radiobilar fyri børn niðanfyri býráðshúsið.
15.00-23.00 Hardball verður í Skúlagarðinum á Ziskatrø KRF skipar fyri.
16.00-20.00 Verkstaðurin á Brekku hevur søluframsýning í Kunningarstovuni.
16.00-20.00 Ponyríðing við Kappróðrarneystið.
16.00-22.00 Eydnuhjól og Kafé í Húsinum hjá Húsmøðrafelaginum við Bøgøtu.  Uttanfyri verður fiskibrunnur. Bygdafelagið Sigursglæman skipar fyri.
17.00 Flogbóltslandsdystur menn: Føroya-Ísland í KÍ-høllini. Atgongumerki er samatundis lutaseðil.
18.00-20.00 Undirvísing í Emmaus við Ole Andersen, aðalskrivari í "Ordet & Israel".
18.00 Møti í KFUM & K. Streingjakórið syngur.
19.00 Sangmøti í Betesda.
21.00 Samkoman í Betesda hevur útimøti í Vágstúni.
22.00-24.00 Barok hevur opið hús.
24.00-04.00 Diskoteque í Barok.

VÆLKOMIN Á NORÐOYASTEVNU!

Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð vilja við hesum ynskja øllum vælkomnum á Norðoyastevnu.

NORÐOYA FRÍTÍÐAR- OG ÍTRÓTTARRÁÐ