Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flaggskipið er við aftur

John William Joensen

Fyrsti FM róðurin verður skotin í gongd komandi leygardag, tá Norðoyastevnan verður hildin í Klaksvík. Fleiri av teimum, ið mannaðu Nevið Reyða í fjør, sita í ár á beinkjunum á Klaksvíkingi.

Fyrsti FM róður í ár verður komandi vikuskiftið, tá Norðoyastevnan verður hildin. Í alt eru 101 bátsmanningar eru tilmeldaðir til FM róðrarnar í ár.
Í ár ætlar Klaksvíkar Róðrarfelag at hava fýra FM bátsmanningar við til Norðoyastevnuróðurin. Óvist er tó, um kvinnumanningin á Pall Fangi verður við; men menninir eru avgjørt klárir. Nevið Reyða hevur fingið nýggja manning í mun til í fjør. Róðrarfólk eru sera spent at vita, hvussu Nevið fer at klára seg í summar. Flaggskipið hjá felagnum, Klaksvíkingur, er í ár mannaður av teimum, sum í fjør róðu við Nevinum Reyða. Tekla skal eisini rógva við á barnaróðrinum, sum í ár, á fyrsta sinni, verður við føstum starti á 500 metra merkinum.
– Harafturat, verður tað heilt nýtt, at eingin Dúgva kemur at órógva róðurin, tí at nú er koyrandi undir fjørðin, sigur Jóhan Petur formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag, við einum stórum smíli.

Spennandi
– Eg eri ógvuliga spentur til FM róðrarnar í ár. Havi kanska ikki fylgt alt for væl við í hinum feløgunum, tí at eg havi lagt alla orku í Klaksvíkar Róðrarfelag. Vit hava m.a. roynt at hildið geistinum uppi á einum høgum støði í ár. Tá kappingarárið í fjør var liðugt, sá tað øgiliga svart út við fólki. Nógv skuldu á skúla og onnur høvdu hug royna okkurt nýtt, sigur Jóhan Petur
Í fjør var, sum flest øll vita, Steffan Mølvig venjarari hjá Klaksvíkar Róðrarfelag; hann róði eisini sjálvur á Nevinum Reyða. – Tað var ein brakandi succes, tí hann gav veruliga ein íblástur, sum ikki bert setti eld á hjá Nevinum, men eisini breiddi seg til hinar bátarnar í felagnum. Nevið Reyða gjørdist Føroyameistari í fjør, tá teir, sum kunnugt, vunnu allar róðrarnar

Hugburður
Eftirmetingin hjá Steffani var, at tað ikki bert vóru heiðursmerkini, ið hann var glaður fyri at hava vunnið, men kanska enn meira, at hann hevði klára at broytt hugburðin hjá fólkunum, soleiðis at tey ístaðin fyri at keypa slikk og annað góðgæti, heldur ynsktu at fáa heilsugóðan kost.
-Steffen dugdi einastandandi væl at fáa fólk at geva alt tey áttu. Vinnarahugburðurin var framældur í øllum rógvarum felagsins. Hugburðurin sum vísti seg í fjør, er eisini sjónskur í ár og vóna vit, at bátarnir fara at klára seg væl í ár.
Í ár eru vit í tí støðu, at ikki líka nógvar bátsmanningar eru við sum undanfarin ár. Í 2000-01 vunnu vit alt ið vinnast kundi. Tað sama gjørdi seg galdandi í fjør. Møguligt er, at vit ikki hava duga nóg væl at gjørt okkum dælt av Steffansa arbeiðið. Men hugburðurin hjá teimum, sum hava vant teir seinastu mánaðirnar, hevur verið rættiliga góður. Teir hava eisini vant eftir hansara premissum við m.a. at seta sær greið mál, greiðir Jóhan Petur frá.

Spenningur um Klaksvíking
Rógvi Nielsen, bátsformaður á Klaksvíkingi, er eisini greiður í sínum máli: vit ætla at fáa fleiri stig enn nakar annar bátur til FM róðrarnar í ár vit ætla at gerast Føroyameistarar.
– Fortreytirnar eru góðar. Vit eru seks persónar ið róðu á Nevinum í fjør. Vit byrjaðu at venja longu í januar mánaði. Venjingin hevur einamest verið á rógvimaskinunum. Hetta kemst m.a. av at tveir av manningini hava verið uttanlands. Vit hava vant tveir tímar um dagin, sjey dagar um vikuna. Vit hava ein grótharðan hugburð, við sera harðari venjing, góðari disiplin og fullum álvara. Vit fara m.a. til songar í góðari tíð, og hava vit lagt okkara matarvanar um.
Hetta er nakað, vit hava vitað leingi, men ikki fyrr enn í fjør sóu vit veruliga at tað riggaði. Tá fingu vit tað at vita frá einum dana! Tað, sum vit vistu, men ikki gjørdu, gjørdu vit allíkavæl og sóu at tað riggaði, greiðir Rógvi frá. 
Onkur hevur samanlíkna róðurin hjá 8. mannaførunum við Formel 3000 og róðurin við 10. mannaførunum við Formel 1. Krøvini eru tískil hægri til okkum í ár, enn í fjør, men ein ár er ein ár, og ein bátur ein bátur, um hann er lítil ella stórur, vísir Rógvi á.
Sjálvt um Eysturoyingur kemur til Norðoyastevnu sum favorittur, fara vit beinleiðis eftir meistaraheitunum, sigur Rógvi, at enda, við álvara í røddini.

Vælkomin
– Fyrireikingarnar til kappróðurin hava gingið væl.
– Vit settu ein arbeiðsbólk, sum er mannaður av nevndini umframt onkrum øðrum, at fyrireika stevnuna. Persónliga, má eg siga, at um eg ikki hevði Kristian Eli og Fróða at halla meg til, so hevði tað verið nógv truplari hjá mær at fingið øll tingini at hingið saman, sigur Jóhan Petur.
Formaðurin í Klaksvíkar Róðrarfelag er fegin um, at Klaksvíkar Timburhandil í ár hevur givið øll heiðursmerkini og øll steypini til Norðoyastevnuna. Og takkar hann Timburhandlinum fyri tað.
Harafturat bjóðar hann øllum róðrarfólki, róðraráhugaðum og øðrum vælkomin til kappróður á Norðoyastevnu.