Norðoyastevnudag flutti Ísak Mikladal fram røðu í Vágstúnið. Í røðuni leitaðu tankarnir hjá fyrrverandi formanninum í NFÍ rættuliga víðja.
Røða á fólkafundi í Vágstúni Norðoyastevnudag 28. mei 2006, kl. 14.00
Góðu Norðoyastevnugestir gott fundarfólk
Fyri nøkrum døgum síðani, meðan eg var og velti í Árnafirði, ringir Símun Michael Sørensen vegna NFÍ til mín, við áheitan um at halda fólkarfundarrøðuna Norðoyastevnudag, og nevnir í hesum sambandi at Norðoyastevnan í ár hevur 7ti ár á baki, og at hann ynskti at tað var onkur sum hevði verið við í hesum arbeiði í drúgva tíð, sum helt røðuna, eg kundi ikki geva honum endaligt svar beinanvegin, men vit avtalaðu at hoyrast aftur dagin eftir.
Aftaná at hava trýst á avbrótara knøttin á fartelefonini, fóru tankarnir at sveima og angin av haga og frískari luft fyltu løtuna í friðsæla umhvørvinum – og tó so nær høvustaði Norðinga, eg tók eitt kvikligt hugarensl gjøgnum tað lítla klípi sum mær hevði unst at lagt afturat hugtakinum Norðoyastevna og endurlivdi í minninum nakað av tí sum tann ríka tíðin hevði lagt eftir seg í teimum nú meira gránaðu heilakyknunum.
Hetta hugarensl gav mær eina kenslu av vælveru og hvussu ómetaliga jalig fólk vóru í allarflestu førum, tá heitt varð á tey ella fyri tann skuld eisini tá mann fekk nei og mátti finna aðrar útvegir men hugsjónarliga tað sum í dag verður nevnt visión var lítið at heinta á hesum økinum og í øllum førum var ikki nógv at heinta frá almennari síðu, hvørki mentunarliga ella vertsliga og tíverri føldist tað ofta soleiðis, at hugburðurin var tann, at best var um eingin Norðoyastevna var, tí hjá mongum fólkavaldum merktiskt at Norðoyastevnan so avgjørt ikki var hildin at verða til gagns fyri Klaksvíkina heldur tvørturímóti, so á tí økinum føldi eg mangan at lítið ella einki var at heinta og at man brúkti óneyðuga tíð og orku uppá viðurskifti sum áttu at verði ein sjálvfylgja fyri býin, at vera við og at bjóða seg fram, heldur enn øvuðgt tíbetur er hetta eftir øllum at døma broytt nakað tey seinastu árini og hurðarnar eru lætnar upp á glopp og borgarstjórin bjóðar vælkomin men enn er langt langt eftir á mál.
Eg eri hyggjandi yvir Árnafjørð, eitt ómetaliga vakurt umhvørvi og eina fjálga og hugnaliga bygd her hvar bert fjallarøðin ger skilna millum stórbýin og vanliga bygdalívi, henda fjallarøð sum einaferð var stóra spælisplássi hjá okkum undir Kjølinum og har eg av Myrkjanoyrafjalli ofta havi skoðað niður yvir Ánir og Árnafjørð og gingið eftir fjallrøðini heilt eystur á Lissahøvda og noti ófrásigiligan vakurleika og góða útsýni yvir stóran part av Føroya landi.
Meðan eg soleiðis standi og leni meg á spakan, komi eg at hugsa um hvørja ætlan kommunalu myndugleikararnir munnu hava við hesi vøkru perlu hvussu man hugarokið hava verði í býráðnum, hesum stórbara stað viðvíkjandi ella man alt liggja í niðu tíverri er torført at fáa eygu á hond yvirvøldsins tó her er almikið at taka hond í og at fáa hampa um og lagt undir skipaði viðurskifti tá kemur mær til hugs, jamen vilja teir ikki hava allar kommunurnar í Norðoyggjum og part av Eysturoynni eisini undir sínar veingir? tað kann so neyvan vera við Árnafirði sum fyrimynd tí so siga tær sjálvandi kortanei, tí her vantar í stórum og ikki eru øll í prúðastu kommunu í Norðoyggjum javnsett, hvar eru arbeiðsplássini í bygdini? býðarhegni? tað góða og trygga vegakervi? sparkivøllurin? trivnaðardepilin? Kunningarskeltini? – nei eg veit ikki tað kemur kanska einaferð ella er á veg eisini fara mínir tankar til aðrar smábygdir í kommununi – Strond, Anirnar og Norðoyri og annars til býlingarnar runt Klaksvíkina man umhvørvis- og trivnaðarumsorganin verða í hásæti sjálvandi er hon tað, tí alt annað er burturvið um ikki tann stóri hjálpir tí lítla?
Men so komi eg í tankar um at sjálvandi liggur alt hetta á framkomna miðlinum hjá heimstaðar yvirvøldini og leggi mær í geyma at fara á alnótina tá eg komi heim, fyri ikki at geva teimum fólkavaldu órætt komi samstundis í tankar um at best man verða at fara at fyrireika svari til Símun Michael – skal eg eftirlíka honum ella bera meg undan og skal nakað skrivast niður má eg eisini fara at hugsa um tað.
Aftaná at hava umhugsað støðuna svari eg játtandi tá Simun Michael ringir dagin eftir fyri at fregnast eftir mínari niðurstøðu og eg vil við hesum takka fyri stóra áliti.
—
Eg ætli mær ikki at endurtaka hví vit halda Norðoyastevnu ella sjálvan upprunan til Norðoyastevnuna og hvør var við í byrjanini og annars hevur stuðla uppundir Norðoyastevnuna gjøgnum tíðina søguligu gongdina, men eg takki øllum teimum sum hava verið við í hesum arbeiði, heilt frá byrjan av og eiga øll stóra tøkk uppiborna, hvør á sín hátt, eisini teimum sum hava ríka okkara mentanar- og fólkalív hesi árini takki eg hjartaliga og ein serstøk tøkk og heilsan til Hornorkestri og skótar sum ótroyttiliga hevur sett sín serliga dám á Norðoyastevnuna.
Norðoyastevnan var ein ítróttar- og vitjunardepul tey nógvu fyrstu árini og er hon tað fyri ein stóran part eisini í dag, men tað ítróttar- og frítíðarvirksemi sum er í dag kann og skal Norðoyastevnan ikki kappast við, her meini eg við, tað fjølbroytta innihald sum gerandisdagurin gevur, bæði á leikvølli, í høll, í útvarpi og sjónvarpi, ei heldur tá talan er um vitjanir til býin, tí hetta hoyrir til gerandisdagin men hinvegin eigur og skal Norðoyastevnan verða okkara árliga mentunarliga- ítróttarliga og andsliga hátíð – býðarhátíðin burturav.
Hetta hevur tíverri ikki enn á ein fullgóðan hátt borðið til at fingið okkara fólkavaldu at skilt og tí dragnar hjá okkum, meðan tað legst afturat hjá øðrum – sum hava skilt hugtaki og hava lagt um og gjørt stevnur og søkur til býðarhátíðir har tað almenna gongur á odda og stimbrar, leggur lag á og ber størri part av fyrireiking og tekur undir við tiltøkum soleiðis at býarhátíðin gerst ein stoltleiki.
Her í býnum eru fýra komunalt fíggjaðar stovur og kanska illavorði sagt so skrivar og telur ein inntøku kommunurnar, ein almennar vitjanir, ein ferðamannaskip og ein telur ferðafólk og er kostnaðurin av hesum kommunalu stovum millum 2 og 3 mill. kr. árliga, hvussu ofta hesar hava felags hugarok um borgaranna trivna og andslív er ilt at siga, men eg haldi at samlaður trivnaðarpolitikkur fyri borgaran er torførur at fáa eyga á, og neyvan nøktandi, men tað átti í minsta lagi at verði pláss fyri einari býðarhátíð – um árið har alt Føroya fólk og útlendingar kundu komi á vitjan og fingið fjøltáttaða mentanar- ítróttar og andsliga uppliving, tí skal mín áheitan verða á tey fólkavaldu um at vísa NFÍ, mentanini og Norðoyastevnuni størri vælvild.
—–
Eg skilji væl og tað er eisini rætt tí tað hevur meirilutin valt, at alt skal ferðast um ávísan andaligan trappustein í Klaksvík men er tað nokk fáa øll somu viðgerð, viðferð og sømdir og verða øll økir nøktandi raðfest eg haldi ikki, tað tykist fyri mær at okkara fólkavaldu tilvita ella ótilvita fremja óheppi yvirformindarí, við tí úrsliti at bert fólk við ávísari hugsan kunnu trívast og kenna seg væl eg persónliga havi ikki trupulleika av hesum men eg kenni á mær at ónøgdin er vaksandi millum fólk, tað ber sjálvandi til serliga hjá ungfólki at fáa sín tørv nøktaðan vestanfyri Leirvíksfjørð men er tað ikki at lata eyguni aftur fyri veruleikanum tí henda vekingaráheitan.
Frits nevndi í gjárkvøldi nøvnini á okkara listafólkum nógv í tali, men eg haldi ikki at eg fari skeivur tá eg sigi at bert eitt av hesum listarfólkum sum Frits nevndi er búsitandi í Klaksvík í dag hví hetta er eisini nakað sum okkara fólkavaldu eiga at hugsa um.
Eins og undanfarin ár er Norðoyastevnan størsta andaliga vekingar vikuskifti á árinum við samanlagt umleið 22 andaligum tiltøkum, aftrar hesum koma so 16 ítróttartiltøk, 9 mentunartiltøk, 20 undirhaldstiltøk og 6 dansitiltøk.
Sum er hevur Klaksvíkin eina innlæsta vision, hetta sigi eg tí tá eg herfyri lurtaði eftir útvarpinum fekk eg upplýst at ein dani nú hevði verið á vitjan og fortalt fyri umsiting og politakarum hvat ein vision er og hvat visiónin skal verða fyri Klaksvíkina eg skilti tað soleiðis – og enn hevur okkara býráð ikki melda út men tað er heldur ikki neyðugt her og nú tí enn eru úrslitini frá visiónini í 7ti og 8ti árunum ikki øll nádd men í stórum er hetta gjørt ella í gerð: Klingrugarður, Helnabrekka, Góðshavn, Miðbýur, Sambýli, Ansingarstovnar og Norðoyatunnilin, hvussu minnast vit ikki tá Norðoyatunnilin eitt tað størsta máli frá visión 7 og 8ti árunum lat upp tá komu menn kropp á kroppi fyri at takka Jógvani Við Keldu fyri hansara slóðbrótandi arbeiði hesi ætlan at frama og øðrum við ella gjørdu teir nú tað, nei hann og hansara ráðgevar vóru ikki tikin upp á tungu hví, – er tað veruliga so torført at siga takk, er neyðugt at verða so lítil og veikur fyri tað um annar er stórur og hugsjónarliga vakin men eg vil innilig takka Jógvani og øllum teimum sum løgdu lunnar undir nevndu stórverk.
Skal hetta økið mennast munandi, skal annað til og má stingast út í korti millum annað hvussu nógv fólk ætlanin er skulu búgva í verandi kommunnu um 5, 10, 15, 20 ár framyvir og hvussu býurin ætlast skipaður skal býurin hava altjóða dám og er tað avgjørt neyðugt at øll íbúðarbygging skal liggja í útjaðaranum av býnum.
Í hesum tíðum velst um at hugsa stórt og at lata fríðu marknaðarkreftirnar ráða og at duga og hava dirvi, at loyva stórum íleggjarum inn sum til dømis kundu bygt okkara miðbý upp til eina altjóða perlu við øllum tí sum eitt slíkt umhvørvi krevur men undir skipaðum kommunalum viðurskiftum men tá skal man tora at verða síðustillaður viðspælari og ikki undirbrotligur kaffidrekkari hjá stórkapitalinum.
—–
Til sammetingar kann nevnast at Norðoyggjar við Norðlýsinum eiga ein sera vælskipaðan og so avgjørt ein av bestu fjølmiðlum á sínum øki í landinum, og er besta einstaka íkast til kunning og íblástur í okkara nærumhvørvi hetta er ein óheftur miðil, sum ikki kemur teimum almennu fjølmiðlunum í Havn til knýggja tá talan er um at vera lokalir í Klaksvík regnar ikki og tað er altíð sól í okkara hjørtum.
—–
Almennu Føroyar hava fyri nakað av tíð síðan lagt fram Vision 2015 og í løtuni verður arbeitt við at snikka visiónina til soleiðis at hon kann setast á skinnara og ítøkiliga geva nøkur úrslit – jalig og konstruktiv úrslit vision og mál er gott, men úrslitini eru altavgerandi og uttan úrslit er alt arbeiði og stríði burturspilt, í løtuni kann tíverri spurnartekin setast við um vit til fulnar kenna útgangsstøði á hvørjum støði skal visiónin taka støðu út frá? tað er alneyðugt at tey fólkavaldu skilja fólki á gólvinum og fult út vita hvønn førleika tey hava og hvønn veg farast kann.
Tað er eisini umráðandi at fólk skilja politisku visiónina og takað hana við í gerandisdegnum sum sína og eru við í sjálvari gongdini tí er tað umráðandi at amboðini eru røtt og at úrslitini skulu náðast á fólksligum, demokratiskum grundarlag.
Tað er ein sannroynd at okkara ungu ikki eru serliga hugaði at arbeiða innan fiskivinnu á landi og í flestu førum verður hetta gjørt av neyð, tí einki annað tilboð finst, hetta vita øll og hava vita tað í langa tíð tí eigur eisini at verða havt í huga at partur av visiónini burdi verði at í 2015 skal eingin Føroyingur arbeiða á gólvinum innan fiskivinnu á landi, men í meira framkomnum vinnum.
ALS-skipanin innan fiskivinnu á landi er eftir mínari sannføring eitt haft um beini hjá kvinnum til egna sjálvstøðu kvinnufrígerðing, tí tær verða hangandi í einum ávísum følskum trygdarneti fíggjarliga, heldur enn at koma víðari í aðrar vinnur við størri førleikakrøvum og avbjóðingum og harvið størri framburði fyri landi sum frálíður.
Prinsippielt eigur eitthvørt gjald at verða fyri eina ella aðra tænastu so ella so, tí er ikki rætt at ALS rindar pening út uttan at móttakarin letur onkra tænastu afturfyri, við slíkari mannagongd steðgar dynamikkurin í samfelagnum upp og førleiki fer fyri skeyti.
Eg veit væl at hetta er uppspardur peningur hjá arbeiðara og vinnu, men sjálvdan kemur dynamikkur í, tá menniskjan livir av stuðli, rentum og ella aðrari uppspardari ogn – tí eigur í størri mun at umhugsast hvussu eitt meira livandi umhvørvi kann skapast innan hetta virkisøki.
Til dømis kann nevnast at í fleiri londum í miðeystri, hava borgararnir í yvirfló, vegna oljuríkidømi, men rætta ikki hond frá síðu og fólk útifrá koma inn í landi, at gera tað neyðuga arbeiðið, her er tað eg ivist í um hesi fólk sum ikki hava fyri neyðini at arbeiða hava nøktandi lívsvirðir? ella um vaksandi trupulleikarnir í heiminum ikki júst standast av slíkum.
—–
Skúlin hevur seinastu tíðina rættiliga staði fyri skotum og fyrsti dómurin er, at bert helmingurin av okkara fólkaskúlaungdómi dugur at lesa ella at greina ein tekst og verður nú dúgliga gitt hvar hundurin liggur grivin til hetta sorgar úrslit og nógv eru undir illgruna so ella so læraraútbúgving, lærarar, foreldur, skúlakarmar og so framvegis, men vita eftir øll og eingin hevur ábyrgd tí soleiðis er tað hvørjaferð okkurt er áfatt her á landi og lindi at grugga eitthvørt mál er inngrógvi í okkara skipanum hvaðan man tað koma frá, hvør gruggar og gjøgnumsúrgar eitthvørt millumlandamál føroyinga?
Ikki so løgi ella? – er tað aftur ein dani sum Mentamálaráðið sjálvt, ella er kroyst til av øðrum at heita á, at koma við einari útgreining og komi verður m.a. við nakað soleiðis útsøgn, eisini frá einum dana vit her niðri kunnu ikki liva við at støðan er so vánalig í Føroyum eg standi spyrjandi – eru Føroyar við í PISA sum partur av donsku luttøkuni? ella eru Føroyar sjálvstøðugt? Um Føroyar ikki eru við sum sjálvstøðugur luttakari, meini eg at øll foreldur eiga at umhugsa ikki at lata børn síni vera við í PISA kanningum fyrr enn Føroyar hava sjálvstøðuga luttøku.
Hinvegin er mín ítøkiliga meining, at við verandi ferð á menningini ella broytingini á øllum økjum, skal ikki roknast við at foreldur hava førleika ella møguleika fyri, at undirvísa sínum børnum heima frá umleið 5 flokki og uppeftir.
Frá tí at næmingar fara úr framhaldsdeild ella miðnámsskúla til tey sum foreldur skulu undirvísa sínum børnum umleið 10 til 15 ár seinni er so nógv broytt í samfelagnum at tað eigur at umhugsast um tað ikki er skeivt at rokna við at foreldrini skulu hava hesa uppgávu aftaná at børnini eru farin í t.d. 5. flokk, men hinvegin skulu foreldrini hava ábyrgd av at heimaarbeiðið verður gjørt.
Tað er her eg hugsi at skipanin eigur at verða umløgd, soleiðis at heimaarbeiðið hjá næmingum aftaná 4. flokk verður sum sjálvlestur heima, umvegis alnótina og at aðrar undirvísingarkreftir enn tey í vanliga skúlanum taka sær av hesum partinum og at allar hesar uppgávur bert verða gjørdar og rættaðar um alnótina, men at næmingurin skal til próvtøku í skúlanum á hvørjum árið í hesum lærugreinatilfari, við hesum fáa allir næmingar eisini størri førleika innan kunningartøknina.
—–
Ein av høvuðusorsøkunum til støðuna – eisini í skúlanum er sjálvsagt at Føroyar ikki hava fullveldi og at vit enn spæla harri í húsið tak bara hvalaveiðuspurningin, olympiska luttøku, veiða á djúpum vatni, PISA og so framvegis.
Vit brúka fullkomuliga óneyðuga tíð og orku uppá at fáa danir at umboða Føroyar sum vit ynskja tað heldur enn at verða ein javnbjóðis partur í øllum viðurskiftum so dáma okkara fólkavaldu framvegis betur at fara til kaffiprát við imperalistin heldur enn at gera upp við ótolandi støðuna og fremja varandi lívsvirðir fyri alt føroya fólk ikki bara fyri tey undirbrotligu.
Nú enn eitt lítið land í Evropa hevur tikið fullveldi, fer tað at nærkast eini vanæriligari skomm at vit ikki hava dirvi at taka fulla ábyrgd av okkara landi.
Í aðrar mátar vita vit nú at altjóða samfelagi góðtekur at 55% av fólkinum skal verða fyri, fyri at lond skulu fáa viðurkenning av altjóða samfelagnum sum sjálvstøðugt land, eg hoyri mangan tey afturhaldssinnaðu siga ja, men hava vit tað ikki gott, jú – um man bert hyggur at tí materalistiska og ikki tekur tað samlaða lívsvirði hjá fólki við í metingini ella man tilvita letur verða við at viðurkenna at tað berandi í samfelagnum er sjálvbjargni og at taka ábyrgd og ikki torir at viðganga at hesin glantrileikurin heldur bara fram til næsta bløðran brestur og danir aftur sum nú taka meira og meira yvir, meðan okkara fólkavaldu hugsa og hugsa og kanska fara at gera eitthvørt – sova danir ikki men gera skjótt at, og teir júka alsamt meir og meir um at koma til Føroya so ikki er friður eina løtu, men hetta skilja okkara fólkavaldu ikki og hava ikki dirvi at taka stóru avgerðirnar men skulu snakka pent við danir og bara nikka og nikka – ikki taka tøk nei – bíðja til danir hava tosað og sagt hvussu teir kundu og burdu gjørt.
At nógv ungfólk flyta av landinum er ein sjálvfylgja – tí tað snøgt sagt er nógv liviligari nógva aðrastaðni – á næstan øllum økjum meðan nógvir føroyingar framhaldandi halda Danland verða paradís – fara tey ungu út í heimin.
Okkara heim hevur hildið eina summarfrítíð í Danmark og gjørdu tað ikki aftur hví jú tí tað er nógv meira gevandi og betri aðrastaðni t.d. í Scotlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki, Onglandi, Týsklandi ja øll støðini eins góð og enntá betur enn á flatlondum – so far bara tú angrar tað ikki.
Innan ítróttin er eitt hitt størsta arbeiðið í løtuni at fáa ávísan loftmiðil at skilja at ognar og upphavsrætturin til ítróttin ikki liggur hjá hesum sjálvhátíðarliga loftmiðli, men hjá ítróttini hetta er tungt hoyggj at draga og kanska serliga tí at umframt at verða almennur stovnur, verður hesin miðul við lóg fíggjaður við hyggjaragjaldi, tað vil siga goldin í stóran mun av fólki sum hava tilknýti til ítrótt so ella so, afturat hesum er hesin miðil einsamallur á marknaðinum og burdi tí at fyrihildi seg til tær reglur sum eiga at verða galdandi tá kapping umræður og ikki at brúka sína monopollíknandi viðurskifti til at knúska onnur við ítróttur og vinnulív hava í nógv ár fylgst hond í hond og fara eisini at gera tað í framtíðini, eisini við tí fyri eyga at finna loysnir á teimum trupulleikum sum ítróttin í dag av órøttum má dragast við.
—–
Eg mundi gloymt tað eg var á alnótini og vitjaði heimasíðu býðarins, men eg fann ikki hugsjónina visiónina fyri býin hon er helst ikki umsett enn.
Hendan Norðoyastevnan fer at halla tó eru nøkur góð tiltøk eftir at fara til eingin fótbóltur er í Djúpumýru spell men i høllini er áhugaverdur flogbóltslandsdystur nú kl. hálvgum fýra og dagurin er ungur.
Takk Harri fyri skaparverki, lívi og fresluna og hald tína verjandi hond yvir Føroya fólk og Føroya land.
Framhaldandi góða Norðoyastevnu og takk fyri at tit so trúliga vildu lýða á.
Ísak Mikladal




