Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eilif Arge Gávubúð – nýggj krambúð

John William Joensen

Eilif Arge Gávubúð læt upp nýggja krambúð fyri einari viku síðan. Í totalt-umvældum nýggjum snotiligum hølum, við spennandi nýggjari vøru var handilslívið við Klaksvíksvegin harvið ríkað.

Fyri eini viku síðani læt nýggjur handil upp á Klaksvíksvegnum. Magnus Arge, hevur eftir eina total-umvæling aftur latið handilin upp. Ein norskur designari hevur verið við til at tilrættisleggja nýggja handilin við at sniðgeva og annars leiðbeina í, hvussu ein nýmótans handil skal taka seg út. Úrslitið hevur víst seg at fingið sera góð ummæli frá teimum, ið hava verið inni í handlinum teir fyrstu dagarnar.
Alt varð tikið út úr húsinum, soleiðis at talan ikki beinleiðis er um eina umvæling, men heldur ein nýggjan handil. Tað eru bert teir ytru karmarnir, ið eru teir somu sum í gamla handlinum.

Nógv størri
Støddin á handlinum er økt munandi, síðani handilin læt upp av nýggjum. Magnus greiðir frá, at fermetrarnir eru vorðnir tríggjar ferðir so nógvir, sum frammanundan. Hetta gevur okkum ein rúmligan, dámligan og sera brúkaravinarliga krambúð.
Innandura er ljóst og eru vørurnar sera vakurt upplýstar, soleiðis at kundin kann fáa eina góða mynd av vøruni til at taka avgerð útfrá.
-Vit hava lagt sera stóran dent á at hava gott ljós. Ljósið er designa av kenda ljósdesignaranum Louis Poulsen frá El-Inn, greiðir Magnus frá.

Lætt atkomiligt
Magnus Aarge sigur, at tey hava lagt seg eftir at gera tað møguligt hjá menningartarnaðum og øðrum, ið sita í koyristóli at koma inn í handilin. Í samband við umleggingina av handilinum, hava vit roynt at gera handilin spennandi hjá øllum. Vit hava m.a. gjørt tað møguligt hjá teimum, ið sita í koyristólum o.ø. at koma inní handilin. Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, MBF, hevur ráðgivið teimum, sum hava staðið fyri umvælingini, soleiðis at handilin er gjørdur sambært forskriftinum hjá MBF.

Síðani 60unum
Magnus Arge, er í samband við umleggingina av handlinum einasti ánari av fyritøkuni. Pápi Magnus, Eilif Arge, byrjaði uppá handilsvirksemið, undir sama navnið í 1960. Tá hevði handilin eftirskriftina: ur, gull og silvur. Fyri umleið 18. mánaðum síðani, varð avgjørt, at steðga við at selja ur.
Í dag verða tó ymiskir lutir úr gulli og silvri enn seldar í handlinum. Harafturat, verða ymiskar umvælingar av urum gjørdar, eitt nú verða battarískift enn gjørd. Silvur lutir til føroyska búnan verða eisini seldir í dag.

Nýggjar vørur
Umframt at alt er broytt innandura, so eru nógvar nýggjar luksus vørur at fáa. Eitt nú vørur frá kenda danska sniðgevanum Georg Jensen og vøkrum norskum glasi frá Fossheim. Nógvir ymiskir prýðislutir eru eisini at fáa í handlinum, eins og smámøblar. Harafturat, hevur Eilif Arge Gávubúð eisini kertiljós, serviettar, hangiprýði og mangt annað eitt nú sera fjølbroyttar kryddvørur.

Retro og eksotisk
Fleiri av vørunum, ið Magnus selir, eru sokallaðar retro-vørur. Hesar vørur bera brá av at leita aftur til undanfarna tíð, við sniðið frá hesum tíðum. – Tað gamla er aftur inn, sum tey siga. Fólk leita aftur til gamlar traditionellar mátar at liva uppá og tískil sæst hetta eisini aftur á vørunum, ið tey hava hug at keypa. Eitt nú kanst tú fáa appilsinpressarar við eykendum retrostíli, sigur Magnus.
Eisini síggjast vørur frá fjarskotnum londum. Eitt nú er eru útskornar kettur, skortar og vásar, ið eru framleiddar í Egyptalandi at fáa. – Umframt retro, hava vit eisini nakað av eksotiskari vøru, tí at kundarnir dáma væl at síggja og ogna sær vørur, ið eru eitt sindur forkunnugar og annarleiðis, sigur Magnus at enda.

Harleywoodpaint