Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Konsert í Leikalund

(Norðlýsið – Tíðindi)

Bólkurin "Sømanden og stjernene" er komin til Føroyar at spæla 3 konsertir. M.a. verður spælt í Leikalund leygarkvøldið 3. juni kl. 21.00

Bólkurin "Sømanden og stjernene" er komin til Føroyar at spæla 3 konsertir. Fyursta konsertin verður í Norðurlandahúsinum hósdagin 1. juni kl. 17.00. Næsta konertin er í Stóra Pakkhúsið í Vági, fríggjakvøldið 2. juni, klokkan 21.30. og seinasta konsertin er í LEIKALUND í Klaksvík leygarkvøldið 3. juni kl.21.00
 
Bólkurin er mannaður við nøkrum av teimum allar bestu donsku tónleikarunum, nevniliga  Anne Eltard, sang, violin og guitar; Arne Würgler: sang, guitar og bass; Niels Pedersen: sang og harmoniku.

Anne Eltard, sum nú er fastur limur av orkestrinum, kemur frá tí kenda og legendariska Familieorkestret á Nørrebro. Eisini hevur hon spælt saman við Michael Friis, Oyvind Ougaard og Klaus Mentzer í orkestrinum Polkagiest.

Arne Würgler hevur Arne verið á donskum palli í meir enn 40 ár. M.a. skrivað hann kenda sangin um "Lykken".  

Niels Pedersen er so maðurin við harmonikuni. Í gomlum døgum hevur hann staðið á palli saman við Kjeld Ingrisch. Í dag er hann tann mest karismatiski solisturin við Evert Taube sangum og ikki minst tí besta frá tí donsku folkamusiktradisjónini.
les meira um tey á heimasíðuni:  
Norðurlandahúsið,
Fróði Vestergaard