Kommusamskipan er í tvístøðu til nýggja formannin, sum fekk helvtina av atkvøðunum.
Kommusamskipan Føroya hevur higartil valt formann uttan atkvøðugreiðslu, men semjan sum hevur valda innan felagsskapin tykist nú at vera ivasom.
Sum Norðlýsið skilir so var borgarstjórin í Klaksvík í uppskotið til formanssessin, men borgarstjórin í Tórshavn, boðaði frá at hesum var hann ímóti.
Ístaðin mælti hann til at ein av smærri kommununum fekk hendan sessin og sjálvur skeyt hann borgarstjóran í Vágs Kommunu upp.
Men Borgarstjórin í Vági takkaði nei, og so skeyt borgarstjórin í Tórshavn seg sjálvan upp.
Síðan var atkvøtt um hetta og tríggjar vóru fyri, tvær blankar og ein ímóti.
Sostatt gjørdist Heðin Mortensen nýggjur formaður fyri Kommunusamskipan, men tá bert helvtin av kommununum atkvøddu fyri nýggja formanninum er hetta ein greið ábending um at felagsskapurin ikki megnaði at finna semju.
Vit hava roynt at fingið viðmerkingar frá borgarstjóranum í Klaksvík um hetta málið, men hann hevur í fyrstu atløgu borið seg undan at koma við viðmerkingum.
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vágs Kommunu var síðani skotin upp til næstformann og var hon vald einmælt.




