Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur og barnadópur

John William Joensen

eru sambart kappingarnevndini hjá FSF ikki nóg góðar orðsøkir til at útseta dystir í fremstu kvinnudeildini

Tann 21/5 skuldi dystur verða millum KÍ og SÍ í fremstu kvinnudeildini.
SÍ boðaði KÍ frá at tær ikki fingu mannað lið um dysturin ikki bleiv fluttur.
KÌ var ikki sinnað at flyta dystin, og tí sendi SÍ umbøn til kappingarnevndina hjá FSF, tí felagið metti seg at hava haldgóðar orðsøkir til at flyta dystin.

Flogbóltur og barandópur
Í niðurstøðuni hjá kappingarnevndini sæst at grundgevingarnar hjá SÍ vóru at tríggjar gentur skuldu uttanlands. Ein skuldi leika flogbólt og ein skuldi verða gumma.
Í brævinum skrivar kappingarnevndin, at FSF saman við feløgunum roynir at fáa eina seriøsa kapping í kvinnudeildini, og ein stórur partur av hesum er at fáa dystirnar avgreiddar til ásettu dagar. Kappingarnevndin metir ikki at grundgevingarnar hjá SÍ eru nóg góðar til at flyta dyst í 1.deild hjá kvinnum, uttan semju millum feløgini.
Kappingarnevndin er tí komin till tað niðurstøðu, at SÍ tapir dystin KÍ-SÍ 1.deild kvinnur við málmuninum 0-0, vísandi til grein 34 stk. 2 í kappingarreglunum fyri fótbólt.