Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FSF møguliga at viðgera HM sendingarnar í sjónvarpinum

John William Joensen

Tað er ikki sørt at ein far ringan smakk í munnin tá sjónvarpið lýsir við HM fótbólti samstundis sum teir nokta at vísa føroyskan fótbólt, sigur Óli Holm formaður í FSF

Formaðurin í FSF, Óli Holm er í hesum døgum til kongres hjá FIFA í München, og hann vísir ikki aftur at FSF fer at taka HM sendingarnar í sjónvarpinum upp til viðgerðar.
– Eg má siga sum er at tað tykist løgið at sjónvarpið nú lýsir við meira enn 150 tímum við HM fótbólti samstundis sum teir nokta at senda frá Føroyskum fótbólti.
– Men í løtuni hava vit ongar ætlanir um at blanda tingini saman, men tingini kunnu jú broytast og higartil hevur tað verið trupult at fingið sjónvarpið at hildið sáttmálan.

Harleywoodpaint