Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur er eisini undirhald

John William Joensen

sigur stjórin í sp/f KÍ-fyriskipan Palli Ziskason, sum stendur á odda fyri umsitingarliga partinum av fremsta liðnum hjá KÍ

Í hesum døgum verður nógv tosað um at tað er nógvir pengar í fótbólti, og stjórin í sp/f KÍ sigur at fótbótlur í dag er ein vøra sum kostar nógvar pengar at framleiða og tí eisini má seljast fyri pengar.
– Fyri meg var tað sum at koma inn í ein nýggjan heim, tá eg segði ja til áheitanina frá leiðsluni í KÍ um at samskipað og standa á odda fyri tí peningaliga og umsitingarliga partinum av fremsta liðnum hjá KÍ.
– Fyri tey feløgini sum leika í Formuladeildini er fótbóltur undirhaldsvinna.
– Málið hjá okkum í sp/f KÍ er at fáa fremsta liðið hjá KÍ at geva eitt fíggjarligt avkast umframt tey ítróttaligu málini. At tað fíggjarliga hevur stóran týdning er eingin ivi um tí ferð eftir ferð síggja vit feløg koma út við stórum undirskotum og hetta hava vit í KÍ sett okkum fyri at venda.

Nógv fokus
At standa á odda fyri KÍ ger at ein er sera nógv í fokus, og hetta hevur eisini stjórin í sp/f KÍ merkt.
– Í dagligdegnum havi eg sera nógv við fólk at gera og øll hava eina meining um hvussu ein eigur og átti at gjørt.
– Felagsnevnarin er at øll vita aftaná hvat man átti at gjørt.
– Uppgávan hjá mær er sum sagt fyrisitingarlig og at samskipa alt sum hevur við Formuladeildina og 1.deild kvinnur at gera. Høvuðsuppgávan er at halda stýr á at útreiðslurnar ikki gerast størri enn inntøkurnar.
– Inntøkurnar hjá okkum koma primert frá samstarvsavtalum og atgongumerkjum.
– Tað hevur gingið væl at fáa stuðlar og áskoðararnir hava eisini bakk væl upp um KÍ. Higartil í ár hava vit eitt meðal tal sum er 860 áskoðarar til heimadystirnar. Størstu dystirnir higartil hava verið móti Havnafeløgunum. 2000 atgongumerki vóru seld til dystin móti HB og 1200 til dystin móti B36.
 
Hvat fáa stuðlarnir burtur úr.
– Ja Tað er ein spurningur sum er trupul at svara.  Okkara mál er at stuðlarnir skulu kenna seg sum samstarvspartnarar og tað er eingin ivi um at fyri vinnufyritøkur hevur tað nakað við branding at gera.
– Vit hava saman við samstarvspartnarunum sett okkum nøkur mál, og fara vit í felag at náa teimum. Málið er at vit áhaldandi skulu vera í fremstu røð og tað hava samstarvsfelagarnir eisini lagt stóran dent á.

Stuðlarnir trívast í KÍ
Palli Ziskason sigur at tað hevur gingið væl hjá KÍ í ár og tí er responsurin frá stuðlum og viðhaldsfólkum sera positivur.
– Vit høvdu eina sera væl eydnaða hugnaløtu saman við sponsorunum undan HB dystinum her fyri og má eg siga at responsurin frá teimum er sera positivir og teir trívast væl í KÍ.
 
Ikki fleiri leikarar í løtuni
Ein av uppgávunum hjá stjóranum í sp/f KÍ er at samstarva við høvuðsvenjaranan hjá KÍ.
– Vit arbeiða miðvíst við at fyrireika okkum upp á tær uppgávur, sum standa fyri framman.
– Leikarahópurin hjá KÍ hevur víst styrki í ár og tí hava vit ikki ætlanir um at koma við fleiri leikarum beint nú. Vit hava gjørt avtalu við Christian Lundberg sum um stutt tíð kemur til Klaksvíkar.

Avbjóðingar
– Stórsta avbjóðingin hjá okkum er at halda upp á rætta felagsandan og fáa samansjóða øll sum eru uppi í felagsskapinum, soleiðis at fólk kenna seg væl rundan um KÍ. Tað er neyðugt at áskoðarar, leikarar og hjálparfólk kenna seg sum part av felagnum og hetta mugu vit allatíðina hava fyri eygað.
Umframt Norðoya Sparikassa eru stórstu samstarvs partnarnir hjá KÍ:  Statoil, JFK, Maru Seafood, KBI, Tryggingarfelagið Føroyar, Sisu og Atlantic Airways.