Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útbygging av Tekniska Skúla

John William Joensen

Fyrr í ár var ein verklagslóg samtykt á Føroya Løgtingi, ið heimilar Tekniska Skúla í Klaksvík, at fara undir eina útbygging.
Við hesum verða umstøðurnar hjá bæði lærarum og ikki minst næmingunum munandi øktir.

John D. Olsen

Seinasta byggistig av Tekniska Skúla í Klaksvík varð tikið í nýtslu í 1989, til at nøkta frálærutørvin í samband við handverksligu útbúgvingarnar. Tá kreppan var í hæddini í 90unum vóru nærum ongir handverkslærningar í læru, og tí minkaði eisini næmingatalið á skúlanum munandi. Fyri ikki at tær handverksligu útbúgvingarmøguleikarnir skuldu fara fyri bakka, so var politiskt tikið støða til, at fara undir tekniskar miðnámsútbúgvingar: HT. Samstundis var SIT-útbúgvingin sett á stovn. Ein partur av SIT er í grundini tann frálæran, ið handverkslærlingar fáa. T.v.s., at aftaná eitt ár á SIT, kann næmingurin velja um farið verður í læru sum handverkari, ella um hildið verður fram eitt ár afturat á SIT2, sum gevur atgongd til maskinmeistara og aðrar tøkniligar útbúgvingar á donskum skúlum.
Á byrja við, tá farið var undir hesar nýggju útbúgvingarnar var rímiliga gott pláss á skúlanum. Men í seinnu helvt av 90unum kemur aftur gongd á handverkið, soleiðis at traditionella meistaralæran aftur gerst vanlig. Hetta økir tilgongdina av næmingum á teknisku skúlarnar. Á Tekniska Skúla í Klaksvík gerast hølistrupulleikar skjótt ein veruleiki, og var tí longu tá farið undir at fyrireika eina útbygging.
Rúni Heinesen, stjóri á Tekniska Skúla, sigur, at tey øll hesi árini, hava roynt eftir førimuni at fáa hølistørvin nøktaðan við at innrætta stovur og hava frálæruna í gamla bygninginum við Skúlavegin. Hetta hevur ikki verið ein haldgóð støða, men vit hava megnað at fingið undirvísingina at hanga saman. Í meir enn 12 ár hevur verið arbeitt við at útbyggja skúlan, og nú, beint fyri summarsteðgin hjá Løgtinginum, var ein verklagslóg samtykt, ið loyvir skúlanum at fara í gongd við útbyggingararbeiði.

Útbygging
Eftir ætlan skal byggiarbeiðið bjóðast út áðrenn summarsteðgin og farið verður í gongd við arbeiðið í august ella september í ár. Tekningarnar vísa ein 20 metra langan útbygning, sum gongur norður úr verandi bygningi, ið stendur nøkulunda eystur vestur. Bygningurin verður í tveimum hæddum, við umleið 500 fermetrum á hvørjari hæddini. Í ovaru hæddini eru 6 vanligar skúlastovur umframt smærri bólkarúm. Í kjallaranum eru nýmótans stovur til alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði, og matvørutøkni. Harafturat verður eitt miðlasavn, ið er ein sameining av vanligum bókasavni, við tíðarritum, talgildum hentleikum og møguleikum fyri persónligari ráðgeving, ið eru kravd í einum vælútbúnum og nútímans skúla.
Í samanrenningini millum tann núverandi og tann nýggja bygningin, verða broytingar eisini gjørdar. Í dag húsast miðlastovan niðri á Gamla Skúla. Í samband við útbyggingina, skal eitt nýtt miðlaumhvørvi byggjast í niðaru hæddini í núverandi bygninginum. Væntandi verður arbeiði liðugt og klárt at taka í brúk í desember 2007. Arbeiðið verður mett at kosta umleið 18 mill. kr.

Betri umhvørvið
Rúni Heinesen sær ljóst uppá framtíðarmøguleikarnar. Hann roknar við, at áhugin fyri skúlanum ferð at økjast nú útbyggingin verður veruleiki. Hann sigur, at við tað at lærara- og næmingaumhvørvið verður betri, kemur tað at hava eina jaliga ávirkan á tilgongdina til skúlan.
-Vit ímynda okkum, at vit við hesari útbyggingini fáa eitt fjølbroytt og dynamiskt læru og skúlaumhvørvið. Umframt skúlastovurnar fáa næmingarnir eisini smærri rúm, har teir kunnu sita og arbeiða hvør í sær, ella í bólkum, í samband við verkætlanir. Lærararnir fáa eisini munandi betri umstøður, við tað at rúm eisini eru sett av til teirra, soleiðis at teir, í enn størri mun enn nú, kunnu samstarva og gera sínar fyrireikingar á skúlanum, sigur Rúni Heinesen.

Dupult so nógvar umsóknir
Við hesari útbyggingarætlanini ferð skúlin eisini betri at kunna nøkta tørvin á næmingaplássum. Rúni Heinesen sigur, at Tekniski Skúli í Klaksvík, í ár hevur fingið dupult so nógvar umsóknir til HT í mun til undanfarin ár. Hetta merkir at skúlin ikki kann nøkta allan tørvin og tíverri má avvísa ein triðing av næmingunum, sum hava søkt inná HT. Harumframt eru eisini munandi fleiri, sum hava søkt inn til SIT áleið ein triðingur av hesum fáa tíanverri heldur ikki teirra ynskið uppfylt. Samanumtikið hevur skúlin í ár tikið 30 næmingar inn til HT lestur, og 45 næmingar til SIT lestur. Hetta er eitt tað størsta talið á næmingum skúlin nakrantíð hevur tikið inn.
– Í samband við betraðu umstøðurnar, ið vit fáa við útbyggingini, rokni eg við, at vit í framtíðini fara at taka tveir HT flokkar inn um árið. Eg trúgvi eisini, at fasta sambandi, og at skúlin er eitt tað fyrsta tú kemur til, tá ið ferðast verður til Klaksvíkar, ferð at økja um tilvitanina um skúlan. Vit hava eisini eitt skúlaheim, og er tað eingin loyna, at tað eru nógv ung, ið ynskja at flyta heima ífrá og  búgva á skúlaheimi, greiðir Rúni at enda frá.