Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tony Paris: Eg eri sera skuffaður

John William Joensen

– Ætlanin var at fáa trý stig men kanska er ov nógv trýst á leikarunum

KÍ venjarin var als ikki nøgdur við dystin sunnudagin men nú verður hugt frameftir og hann heldur framvegis at KÍ hevur góðar møguleikar at vera við í toppinum.
– Eg var sera skuffaður við dystin sunnudagin. Sum úrslitini í hinum dystunum háttaðu sær høvdu vit gjørt eitt lop upp í oddin við einum sigrið, men vit møttu einum væl uppløgdum B68 liðið, sum sunnudagin vísti góðar dygdir.
– Undan dystinum kendi eg á mær at leikararnir høvdu kanska ov stórar forvantningar til dystin og tað er ikki lætt at vera favorittur á heimavølli.
– Hóast eg alla tíðina royni at arbeiða við hesum so eru vísir tað seg at leikarar av og á ikki fara á vøllin við rætta innstillinginum og kanska kenna teir eitt ávíst trýst á sær í Klaksvík.

Forvantingarnir høgir
Tony Paris sigur at tað er gott at klaksvíkingar eru fótbólts-ørir, men kanska merkist hetta sum eitt trýst á leikararnar tá teir fara á vøllin í Klaksvík.
– Vit mugu so staðfesta at vit klára okkum ikki væl á heimavølli og kanska kemur tað av at leikarar kenna eitt ávíst trýst tí forvantningarnir eru so stórir í Klaksvík.
– Hetta er nakað sum vit mugu arbeiða við, tí sunnudagin sóu eina røð av feilum sum leikararnir eru alt og góðir til at gera.

Toftamenn vandamiklir
KÍ venjarin heldur at B68 fer at vinna fleiri dystir.
– Eg má siga sum er at vit møttu einum væl upplagdum B68 liði sunnudagin og serliga álopsleikararnir vóru ein støðug hóttan.
– Mustapha er ein góður áleypari sum ikki er lættur at halda burtur frá fatinum og hann var munurin sunnudagin.

Nýggjur áleypari
Í kvøld er Christian Lundberg fyri fyrstuferð til venjing saman við KÍ hópinum og KÍ venjarin er væl nøgdur við styrkin.
– Eg haldi at timingin kundi ikki veri betur.
– Tað verður ongantíð ein ávísur leikari sum kemur at venda gongdini, men eins og Kurt var í 1999 so trúgvi eg at Christian Lundberg fer at geva okkum meira tyngd í álopspartinum.
– Sum eg skili so fekk hann eitt spark í halin um vikuskifti men tað skuldi ikki hindra honum í at verið klárur til dystin móti ÍF sunnudagin.

Iulian skaddur
Iulian Florecu er framvegis skaddur. Hann hevur trupuleikar við knæðnum og far ikki vant.
– Hann hevur verið til kanningar í vikuni og vónandi vita vit meira fyrsta dagin. Tað er saknur í honum, serliga hansara góðu gávum í samband við deyðbóltar.