Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

The Rasmus eru umbidnir allastaðni

John William Joensen

Rockbólkurin The Rasmus, sum verður við á Summar Festivalinum í ár, hevur úr at gera við at spæla á stórum konsertum og festivalum kring allan heimin.

Bólkurin er i stórformi, nú teir skjótt seta kós ímóti Føroyum

Tað er ikki ein smávegis konsertferð, sum The Rasmus eru á í løtuni. Bólkurin, sum fekk gjøgnumbrot kring alt Europa og víðahvar í heiminum við sanginum In The Shadows, hevur í ár spælt í fleiri heimspørtum, og nógvar spennandi uppgávur bíða eftir bólkinum.
Tað hevur rættiliga gravgangur eftir at fáa The Ramus at spæla til konsertir og festivalar, og hetta sæst eisini aftur á teirra umfatandi konsertskrá, sum eisini førir teir Føroyar fyrsta vikuskiftið í august.

Ferðast víðahvar
Tað var seint í fjør, at The Rasmus byrjaði drúgvu konsertferðina á heimavølli í Helsinki. Síðani gekk leiðin til europeisk lond sum Týskland, Ongland, Luxemburg, Holland, Spania, Portugal, Ungarn, Kekkia og fleiri onnur lond. Síðani hevur The Rasmus eisini spælt í londum sum India, Suðurafrika, Chile, Japan, Argentina, Mexico og Kolumbia.
Í løtuni er bólkurin staddur í Ukraine, har teir skulu hava fleiri framførslur, og seinni í summar verða framførslur á festivalum í Noregi, Finnlandi, Fraklandi, Belgia, Slovakia og ikki minst í Føroyum.

Nýtt hitt í Føroyum og aðrastaðni
The Rasmus er ein framúr góður livebólkur, sum eisini er sera væl samanspældur. Limirnir í bólkinum hava spælt saman síðani ungdómsárini, og tað sigst, at bólkurin hevur ongantíð verið so góður, sum hann er júst nú.
Seinasta hittið hjá The Rasmus er framúr vakra balladan Sail Away, sum eisini stendur seg væl á 15 teimum bestu. Sangurin hevur verið í 9 vikur inni á 15 teimum bestu og liggur hesa vikuna sum nummar 5.
The Rasmus fara at spæla á Summar Festivalinum í Klaksvík fríggjakvøldið 4. august.