Í dag fingu 11 HT-næmingar og 30 SIT-næmingar prógv úti í Grøv. Gestarøðari var Johanna á Bergi, stjóri á Skipafelagnum Føroya.
Í regninum fyrrapartin var nógv fólk komið saman, tá ið teir 60 næmingarnir á Tekniska Skúla í Klaksvík fingu prógv. Tað er fastur táttur, at umboð frá Klaksvíkar Hornorkestri spæla nøkur løg og at ein framstandandi persónur flytir fram røðu. Hesuferð var tað Johanna á Bergi, sum er stjóri á Skipafelagnum. Tann sera áhugaverda røðan, var grundað á myndir, m.a. leypin, bóltin, hávin og blómuna.
Aftaná, at prógvuni vóru handað talaði HT-næmingurin, Pætur Eysturskarð, sum eisini er formaður í LFÚ.
HT-næmingarnir eru fr.vinstur: Hjalmar Zachariasen, Poul Ingi Olsen, Pætur Eysturskarð, Lydia Samson, Sverri Absalonsen, Karsten Christiansen, Helena Muller, Jógvan Gerðalíð og Markus Sørensen.




