"Hevur Kringvarpið sovið í tímanum" spurdi Norðlýsið herfyri.
Vit sum gjalda eitt hitt hægsta kringvarpsgjaldið í verðini kunnu uttan at himprast svara játtandi upp á spurningin.
Hetta public service apparatið svevur og tað í grovan stíl. Upplýsandi tilfarið er ikki eftirfarandi og við hvørt beinleiðis villeiðandi. Hetta er ikki nøktandi public service tænasta.
Vit hava verið vitni til at Malacca sundið er vorðið til Malaga sundið í tíðindasending, eins og kendu fótbóltsliðini, sum nú kappast um fremstu plássini í heiminum verða plaserað í skeivum heimsluti. Hesi mistøk verða ikki so mikið sum rættað. Tað sær út til at lurtarin kann verða viðfarin sum best ber til, hann skal bara syrgja fyri at gjalda til tíðina.
Eitt hitt feskasta dømi um vantandi almenna vitan í Kringvarpinum var at hoyra í tíðindasendingini sunnudagin 11. juni kl. 14 har journalisturin tók til Og síðani fara vit ein túr til Afrika, har kongurin í Nepal hevur mist sýtingarrættin !!!
Í juni hevur Kringvarpið í fleiri dagar prenta inn í okkum á skíggjanum, at dagurin er 6. mars 2006.
Stutt eftir hetta varð boðað frá, at dagurin var syrgidagur fyri tey, ið deyð vóru í ferðsluni. Tann dagurin er annars als ikki komin enn, hava avvarðandi fyriskiparar boðað frá.
Frægast plagar annars at standa til viðvíkjandi rættleika, tá journalisturin hevur havt stundir til at umseta beinleiðis danska textvarpið frá Danmarks Radio (DR). Vit áttu tí kanska at goldið nakrar krónur afturat so fleiri tímar kunnu nýtast til umseting úr donskum.
Eitt fantastiskt Kringvarp vit hava fyri hasar pengarnar. Vónandi er svøvnurin góður fyri kostnaðin.
Lurtari




