Høvuðsstaðarpressa er á gosi fyri tíðina og orsøkin er einamest hon at Eiler Jacobsen hevur verið so mikið skilagóður, at hann hevur selt skip sítt, nú hann fekk eitt gott tilboð.
Ótrúliga grunt er kjakið. Eitt av høvuðsstaðarbløðunum rekur uppundir at nú skipið er niðurgoldið, stingur maðurin bara peningin í lumman.
Samlaða høvuðsstaðarpressan rør uppundir at tað eru reiðarar og vinnulívsmenn, ið eiga skommina og onkur fer so langt sum at siga, at teir selja tey rættindi, sum tað almenna hevur samrátt føroyingum til við útlendingar.
Tað vendir næstan tann vegin, at fyrst hava embætismenn og politikarar verið og útvega føroyingum pláss at veiða á, og síðani hava reiðarar fingið hesi loyvir ókeypis frá tí almenna og eru síðani farnir at veiða.
Men søgan sigur okkum júst tað mótsætta. Vit brúktu grunnarnar við strendurnar í Grønlandi, Noregi, Labrador og aðrastaðni langt undan kvotaskipanini og sigast kann av røttum, at síðani fiskimørkini vórðu flutt út og ymsar kvotaskipanir settar í verk, hava samráðingarmenn okkara heilt náttúrliga bert mist fiskirættindi, hóast teir hava roynt at gjørt eitt arbeiði at varðveita okkum rættindi í egnum og í útlendskum sjógvi.
Um orðini hjá fráfarna bankastjóranum er bert at siga, at um nakar eigur søgulig rættindi til fiskiloyvini, ja so má tað júst vera teir sum brutu upp í nýggjum í norðurhøvum, tí er tað burturvið at leggja eftir reiðarum og reiðaríum, ið bert gera tað tey hava loyvi til og harafturat fáa nakað burturúr teim søguligu rættindum teir sjálvir hava verið við til at ogna landinum.
Politikarar okkara og mappudreingirnir í Havn hava uttan ivað sovið í tímanum, tí sjálvsagt átti at verið borið so í bandið at landskassin fekk sín part tá fiskiloyvi vórðu handlaði ímeðan neyvan øll munnu vera samd um tilfeingisgjaldið.
Tað er í øllum førum niðanfyri alt lágmark nú at leggja eftir vinnuni, sum einans handlar innanfyri givnu umstøðurnar og tosa um skammkenslu og annað øðrvísitos.
Umsitingin brýtur lógina verður sagt, júmen so er gordiski knúturin loystur og umsitingin eigur at fáa tað henni tilkemur.
Tað kann ikki vera rætt at avrætta bakara fyri smið.




