Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gullgravari í Suðurgrønlandi

John William Joensen

Í Suðurgrønlandi gravar Klaksvíkingurin, Símun D. Olsen eftir gulli. Eins og teir villu kovboyarnir er hann farin vestureftir í eini roynd at finna gyltu klumparnir. Tað er í náminum, ið teir rópa Nanulaq, sum á Grøndlenskum merkir, "staðið ið er torført at finna," at Símun arbeiðir.

Navnið er eisini eitt hóskandi, tí hetta enn er tað einasta Grønlendska gullnámið. Nanulaq liggur í Kirkespirdalen.

Kirkespirdalen liggur í Ketilidinum, sum er ein fjallarøð sum varð til fyri umleið 1,8 mia. árum síðan. Í 1992 vístu forkanningar, at nøgdin av gulli í jørðini var so stór, at møguligt var at fara undir vinnuligt virksemi. Eftir drúgvar kanningar, sum vardu í ellivu ár, var farið undir vinnuligan gullgrevstur í suðurgrønlandi; í dag arbeiða umleið 100 fólk í Nanulaq.
Símun er hesar dagarnar heima í feriu. Hann hevur verið sítt fyrsta skeið á feltinum, sum hann sigur. Hann var í Nanulaq í 6 vikur og varð kunnaður um viðurskiftini, arbeiðsgongdir o.a., samstundis sum hann gjørdi sær tær fyrstu royndirnar at grava eftir gulli.

Kósafrensurin arbeiðir sum jarðfrøðingur í Nanulaq. Hann er útbúgving frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 2005, við spesiali í petrologiskum og geokemiskum viðurskiftum í Bermuda.
Høvuðsuppgávan hjá honum, í suðurgrønlendska gullnánminum, er at finna útav, hvar teir skulu grava fyri at fáa sum mest av gulli úr málminum.

Áðrenn Símun fór undir jarðfrøðislestur í Keypmannahavn, hevði hann roynd ymiskt. Beint eftir fólkaskúlan í 91 fór hann á saltfiskaveiðu við Sigurfarinum á Flemish Cap; eitt skiftið var hann í ísfisk undir Føroyum við Jógvan S, og nakrar túrar við Akraberg í Barentshavinum. Í 93 byrjaði hann á Tekniska Skúla í Klaksvík, har hann vann sær eitt gott miðnámsprógv og síðani var farið til Danmarkar at lesa jarðfrøði í 1998.

Símun sigur um arbeiðið í Nanulaq, at tað er mín uppgáva at grava har sum málmurin er. Ein verkfrøðingur finnur ikki út av tí, av tí at tað er óregluligt hvar málmurin liggur. Tað eru ongar linjur, ið vit kunnu fylgja. Málmurin kann liggja í einari kvartslind og arbeiða vit okkum inneftir henni, men so brádliga er eingin málmur. Tá ræður um at duga at siga hvar vit so skulu grava. Og er hetta uppgávan hjá jarðfrøðinginum. Hetta er ikki altíð læt, tí at onkutíð hendir, at einki gull er har sum vit roknaðu við at gull var, og har sum vit ikki væntaðu at gull var, her raka vit við gull.

Í Nanulaq arbeiða teir í skiftum. Símun er í Nanulaq og arbeiði í 6 vikur, og hevur so fríð í 3. Dagliga arbeiða teir í 12 tímar.
Námsdrift er ein tann elsti ídnaðurin yvirhøvur. Fornfrøðisligur útgrevstur gevur ábendingar um, at námsdrift var í forsøguligari tíð. Elsta undirgrunds námið yvirhøvur, sum menn vita um, er umleið 40.000 ára gamalt og liggur í Ngwenyafjøllunum í Svalilandi. Har útvegaðu tey sær reyðleir til prýði í samband við jarðarferðir.

Málmurin úr Nanulaq verður tikin úr fjallinum og savnaður niðri við havnarlagið. Síðani verður tilfarið ført umborð á eitt stórt skip, sum førir málmin til Spania har hann verður viðgjørdur fyri at vinna gullið burturúr. Seinasta skipið, ið fór úr Kirkespirdalen, hevði umleið 35.000 tons av málmi og var úrtøkan umleið 22 g. pr. tons, sigur Símun, ið steðgar tvær vikur afturat, áðrenn hann aftur fer til Nanulaq, at grava eftir gulli.

Harleyfacadeacryl