Formaðurin í landstýrismálanevndini, Kári P. Højgaard, sum í løtuni kannar sølur av fiskiloyvum, seldi sjálvur fiskiloyvi
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Kári P. Højgaard, sum eisini er formaður í Landsstýrismálanevndini, er ein at teimum sum hava kravt at løgtingið fer at viðgera sølur av fiskiloyvum, sum hava verið nógv frammi í seinastuni.
Í kunningarskrivið, sent fjølmiðlunum um vikuskiftið viðgongur Kári P. Højgaard at hann eisini hevur selt fiskiloyvi.
Kunningin er eitt teldubrævasambandi millum løgtingsmannin og Bjarta Mohr.
—————–
From: Bjarti Mohr
To: kariph@logting.fo
Sent: Friday, June 23, 2006 6:55 PM
Subject: frá Bjarta Mohr
Góðan dagin Kári P. Højgaard, løgtingsmaður,
Kannst tú vátta fyri mær at tú ella eitt felag hjá tær hevur átt og síðani selt eitt fiskiloyvið ? Talan var vist um eitt hummaraloyvið so vítt eg havi skilt.
Vinarligast – Bjarti Mohr
———-
Svar við smávegis broyting eins og nøvn eru strikaði
(orginalur á heimasíðu Sjálvstýrisfloksins www.sjalvstyri.fo)
Gott kvøld Bjarti.
Tøkk fyri áhuga tín fyri mínum reiðaravirksemi og skal eg royna at svara spurningum tínum.
Havi átt bát síðan 1973, ongantíð stovnað nakað felag.
Keypti í 1982 ein Fåborg 31 fót M/B Disa Fd. 892, ið fekk navnið Eydna.
Keypsprísurin var 290.000 krónur.
Hevði bátin saman við faðir mínum í umleið 10 ár og seldu vit hann aftur í 1992-93. Báturin hevði vanligt fiskiloyvi umframt hummaraloyvi. Við í søluni fylgdi fylgdi eisini okkara ognarpartur 50% av einum egningarskúri við frystaríið.
Søluprísurin var 250.000 kr.
Vónandi havi eg hervið svarað spurningi tínum.
Vinarliga, Kári P.Højgaard, Løgtingsmaður




