Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óskiljandi at býráði ætlar at skerja virkismøguleikarnar hjá okkum

John William Joensen

sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór.

Í kvøld fer býráði m.a. at viðgera økið millum Føroya Bjór og miðbýin og sambært stjóranum í Føroya Bjór, Einar Wag fara ætlanirnar hjá teknisku umsiting í býráðnum at skerja virkismøguleikarnar hjá teimum.
– Økið, sum vit hava havt higartil er einar 15-20 metrar og tá ósáin verður løgd í røttu leðuna verða møguleikar hjá okkum at fáa eitt økið, sum er 30 metrar.
– Men tað sum vit hava fingið at vita frá teknisku umsiting, so er ætlanin at skerja verandi virkisøkið hjá Føroya Bjór niður á 10 metrar og tað kunnu vit als ikki liva við.
– Tað má vera gjørligt hjá trailarum at koyra runt um húsini og tað er óskiljandi at býráði við hesum fera at skerja virkisøkið hjá einum virkið, sum hevur liðið í miðbýnum síðan 1888, sigur Einar Waag.

Harleywoodpaint