Fram til mánadagin ber til at keypa vikuskiftispass til Summar Festivalin við avsláttri. Týsdagin hækkar prísurin á atgongumerkjunum
Fleiri túsund vikuskiftispass eru longu seld til Summar Festivalin, sum verður hildin í august mánaði. Men sølan gongur framvegis væl, og týsdagin hækkar prísurin á atgongumerkjum aftur.
Summar Festivalurin hevur skipað sín forsølu soleiðis, at atgongumerkini eru bíligast at keypa í góðari tíð. 1. juni var fyrsta freistin, og nú nærkast tann neista freistin fyri tey bíligu atgongumerkini.Tí ræður um at verða skjótur í vendingini og keypa sær atgongumerki áðrenn týsdagin.
Vikuskiftispassini, sum geva atgongd til øll tiltøkini á festivalinum, kunnu keypast á Shell-støðunum kring landið og á Norðoya Kunningarstovu. Kostnaður fram til 3. juli er 625 krónur.




