Nakað soleiðis málbar Magni Arge, stjóri á Atlantsflog seg fríggjadagin, tá hann fyri innbodnum og ferðafólki á fyrsta túrinum Føroyar – Shetland – London, helt stutta røðu.
Tað er skjótt at ferðast ídag. Norðlýsið var boðið við á fyrsta túrin hjá Atlantic Airways úr Vágunum, til Hetlands og London. Vit fóru úr Klaksvík kl. 07 fríggjamorgunin, og nakrar minuttir í kl. 7 á kvøldi, sama dag, vóru vit aftur á Klaksvík, eftir at hava steðga bæði í Hetlandi og London.
Londonleiðin í fasta legu
Magni Arge segði í røðu síni, at tað hevur verið eitt sindur trupult hjá Atlantsflog at fáa nøktandi burturúr rutuni til London. Roynt hevur verið at flogið um Aberdeen og eisini beinleiðis úr Føroyum uttan at úrslitið hevur verið nøktandi.
Við nýggju rutuni um Hetland, roknaði hann við størri møguleikum á Londonrutuni. Tað hevur ikki verið so lætt hjá hetlendingum at koma til London áður, sum tað er nú við nýggju rutuni. Hetlendingar hava verið noyddir til fyrst at fara til Skotlands og síðani víðari og umframt at hetta tekur drúgva tíð, so hevur hetta eisini verið ein dýr ferð hjá hetlendingum. Samstundis hevur tað eisini verið trupult hjá hetlendingum at selt Hetland sum ferðamannaland í London, tí ferðingarmynstrið traditionellu leiðirnar hevur tikið langa tíð og hevur hartil verið kostnaðarmikið.
Sjálvt um Atlantsflog fyribils bert hevur havt ætlanir um at flogið hesa rutuna til seint út á heystið, so ivaðist Magni Arge onga løtu í, at hendan rutan var komin fyri at vera og at Atlantsflog fór at taka avgerð um at flúgva rutuna alt árið.
Fyribils bíleggingarnar av ferðaseðlum á rutuni í summar boða eisini frá stórari undirtøku, tí á fleiri fráferðum er flogfarið longu fult bílagt av ferðafólki.
Undirtøka
Vit sum vóru við á fyrsta túrinum fingu sjón fyri søgn um, at undirtøkan er góð. Skipað var nevniliga soleiðis fyri á túrinum, at ein partur av innbodna føroyska ferðalagnum fór av í Hetlandi og bíðaði til vit onnur komu aftur úr London.
Vit mundu vera eini átta innbodnir, ið hildu ferðina fram til London, har móttøkan var ófør. Bæði á ferðini úr Hetlandi og aftur var flogfarið nærum fullsett av gjaldandi ferðafólki, so hetta ber boð um góða undirtøku kann sigast.
Áhugi í London
Annika Petersen, sum fyri tíðina arbeiðir á skrivstovuni hjá Atlantsflog í London sigur, at har er áhugin vaksin nógv fyri rutuni hjá Atlantsflog, síðani avgjørt var at flúgva til Hetlands. Serstakliga eftir eina sending hjá BBC um ferðamøguleikar í Hetlandi og aðrastaðni, hava vit fingið fleiri fyrispurningar og bíleggingar, so í løtuni sær út til at hetta verður ein ruta, sum vit kunnu menna til nakað varðandi. Møguleikarnir eru í hvussu so er nógvir, sigur Annika Petersen, tí saman við hetlendingum er ætlan okkara eisini at brúka rutuna til at fáa fleiri ferðafólk til Føroya og hetta átti at verið ein góður møguleiki.
Longsta innlendisrutan
Søguligur má fyrsti túrurin hjá Atlantsflog umvegis Hetland til London sigast at vera, tí Atlantsflog kann eisini breggja sær av at standa fyri longstu innanríkisrutuni í Bretlandi, úr Hetlandi til London. Hóast ein kanska kundi hugsa at fólkagrundarlagið var størri um flogið var umvegis Skotland til London, so verður roknað við at túrurin umvegis Hetland er betri fyri Atlantsflog, eisini tí at ongin kapping er á rutuni við onnur flogfeløg. Harafturat er onki at ivast í at føroyingar so líðandi alsamt fara at hava tættari samskifti við Ongland og kanska serliga um so er at oljuvinnan við Føroyar rættuliga kemur fyri seg.
Vit fara at ynskja Atlantsflog tillukku við nýggju rutuni.




