Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ tók oddaliðið á bóli

Norðlýsið

1. deildarliðið hjá KÍ vann leygardagin heili 3-0 í dystinum ímóti oddaliðnum AB. Sigurin kundi verið størri

Tað mundi koma óvart á tey flestu, at næstbesta liðið hjá KÍ skuldi vinna dystin ímóti oddaliðnum AB leygardagin. Men tað var eingin ivi um sigurin. KÍ var tað betra liðið, skapti fleiri góðar kjansir og skoraði trý mál.

Verjan hjá KÍ við Ova Nysted og Jan Andreasen var sera stinn, og AB kom til fáar kjansir. Hinvegin hevði KÍ serliga í seinna hálvleiki fleiri góðar kjansir at økja.

Jan Andreasen skoraði fyrsta málið hjá KÍ beint fyri hálvleik, og beint eftir hálvleikin økti Erling Fles til 2-0. Nakrar minuttir seinni gjørdi Jósup Henriksen tað til 3-0. KÍ kundi havt fingið okkurt mál afturat, men Gunnar á Steig í AB-málinum hevði tríggjar góðar bjargingar.

Í hinum endanum hevði AB tað trupult við at skapa opnar kjansir. Allan Mørkøre var tann vandamiklasti, og hann var við í tí, sum AB hevði. Allan hevði eitt gott skot úr spískum, men KÍ-málverjin bjargaði.

Harvið kundi 1. deildarliðið hjá KÍ fara í summarfrí við einum flottum sigri á AB.