Í heyst fær Klaksvíkar Sjónleikarafelag betri hølisviðurskifti
Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur leingi haft ynskið um at fáa betri hølisviðurskifti enn tey núverandi í kjallaranum á Atlantis.
Avtala er nú fingin í lag við Kommununa, um at flyta í hølini hjá sløkkiliðinum, tá tað síðst í august flytur úr sínum núverandi hølum uppiyvir kirkjuni, norður í Strandferðslubygningarnar við ferjuleguna á stongunum.
KS hevur hildið til í kjallaranum í Atlantis, har tey hava leiga seg inní hølir. Hetta hevur ikki verið nøktandi, og hevur felagið tískil ynskt betri umstøður. Trupulleikin hevur verið, at eingi munagóð høli hava verið tøk til felagið, men nú tá Sløkkiliðið flytur, so verða hølini, har tað nú húsast tøk, og er avtalað fingin við kommununa um at felagið flytur inn har.
Adelborg Linklett sigur, at ymiskar ábøtur skulu gerast áðrenn tey kunnu flyta inn. M.a. ynskja tey at trægólv verður lagt á í hølunum, og at nakrar styttur, sum standa mitt í hølunum verða fluttar.
Hølistrupulleikarnir hjá felagnum hava m.a. víst seg við, at partur av útgerðini, sum tey hava, hevur staðið í bingjum. Tá tey flyta í nýggju hølini verður hesin trupulleikin loystur, umframt at tey tá í frið og náðum kunnu venja í egnum hølum, ið eru gjørd til endamálið.
Adelborg sigur, at hetta er ein betri loysn enn tann núverandi, men at umstøður neyvan verða at framføra leikir í nýggju hølunum, og verður tískil samstarvað við Atlantis, tá sjónleikir skulu framførast. Hetta krevur góða planlegging, tí at biografurin hevur regluligar sýningar í somu hølunum, ið KS nýtir til leikframførslu.
Roknað verður við at hølini verða klár hjá sjónleikarafelagnum at taka í nýtslu einaferð í september.




