Í samband við Føroya Sjómannadag skipað útróðrarfeløgini í Føroyum og Føroya Reiðara Felag saman við Føroya Banka fyri stórari fiskivinnuráðstevnu í Klaksvík fríggjadagin 18. august.
Endamálið við ráðstevnuni er at lýsa støðuna hjá føroysku fiskivinnuni á sjógvi.
Við á ráðstevnuni verða búskapar- og samfelagsfrøðingar, ið kunnu lýsa føroysku fiskivinnuna í einum breiðum høpi.
Eisini fer grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe at lýsa gongdina hjá flotanum.
Kendur íslendari
Sum gestarøðari á ráðstevnuni verður kendi íslendingurin Magnús Þór Hafsteinsson, ið er altingslimur og fyrrverandi blaðmaður á Fiskaren.
Suni Schwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka, fer at lýsa fiskiflotan út frá einum fíggingarsjónarmiði.
Fjølbroyt luttøka
Samfelagsfrøðingurin Jógvan Mørkøre fer at lýsa fiskivinnuna út frá einum søguligum sjónarhorni.
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, fer at greiða frá hvønn týdning fiskivinnan hevur út frá einum samfelagsligum sjónarmiði.
Reidar Nónfjall, búskaparfrøðingur, fer at tosa um framleiðslu, kapping og váða í fiskivinnuni.
Frá vinnuni verða m.a. Auðunn Konráðsson, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna og Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag.
Ráðstevnan, sum verður í Skálanum í Klaksvík fríggjadagin tann 18. august, er stuðlað av Føroya Banka.
Vegna fyrireikararnar
Útróðrarfeløgini í Føroyum
Føroya Reiðarafelag
Føroya Banki




