Men ístaðin áleggur dómstólurin kappingarnevndini at taka málið upp av nýggjum um ólógliga HB leikaran og at málini viðvíkjandi møguligm ólógligum leikarum hjá B36 og EB/STR, sum HB hevur víst á, eisini verða tikin upp
Á heimasíðuni hjá ÍSF ber til at lesa úrskurðin hjá Ítróttardómstólinum, sum má sigast vera ein deyðadómur fyri kappingina um løgmanssteypið 2006, um FSF velur at fylgja honum.
Ístaðin fyri at koma til nakra niðurstøðu krevur dómstólurin at alt málið skal ganga um aftur.
úrskurðurin hja Ítróttardómstólinum
Avgerðin hjá Dómsnevnd FSF frá 16. juni 2006 verður ógildað, og málið verður víst aftur til Kappingarnevndina at viðgera av nýggjum, har støða skal verða tikin til, hvør avleiðingin av, at HB nýtti ein leikara uttan loyvisbræv, skal verða, og at Kappingarnevndin í hesum sambandi skal hava fyrilit fyri teimum báðum málunum viðvíkjandi leikarum hjá EB/Streymi og B36, ið FSF umrøður í skrivi til Dómsnevnd FSF, dagfest 12. juni 2006.
Anja Hovgaard Anna Dam Poul Hansen
Børge B. Hansen Eyðbjørn Larsen




