Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Var ítróttardómstólurin gegniur?

John William Joensen

Undir viðgerini av HB málinum er ivi sáddir um gegnisspurningin hjá dómstólinum, men limirni í dómstólinum samtyktu í felag at teir vóru gegnigir

Hóast ein limur í ítróttardómstólinum eisini er kendur viðhaldsmaður hjá HB og ført hevur veirð fram at aðrir limir i dómstólinum eisini vóru ógegniðir, so samtyku limirnir í felag at teir vóru gegniðir.
 
Dómstólurin skrivar soleiðis í niðurstøðu sínari:
"Fótbóltssamband Føroya (hereftir FSF) hevur í skrivi sínum frá 30. juni 2006 víst til gegnisreglurnar, ið eru galdandi fyri Ítróttadómstólin. Uppá fyrispurning í sambandi við munnligu viðgerðina høvdu partarnir onga viðmerking til gegnisspurningin. Semja er millum limirnar í Ítróttadómstólinum um, at allir limir eru gegnigir at viðgera kæruna. "