Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heini Vatnsdal til royndarvenjingar í Manchester City

(Norðlýsið – Tíðindi)

Manchester City hevur víst Heina áhuga og vil hava hann at koma til royndarvenjingar í felagnum í august mánað

Heini Vatnsdal er júst afturkomin úr Aberdeen, har hann saman við føroyska U15 landsliðinum vann eina altjóða kappingini Aberdeen International Football Festival. Heini spældi eina framúr góða kapping – og hetta hevur nú ført við sær, at Manchester City hevur víst Heina áhuga og vil hava hann at koma til royndarvenjingar í felagnum í august mánað. Ein føroyingur, Christian R. Mouritsen, er í løtuni í Manchester City, og er ætlanin, at Heini skal búgva hjá honum meðan hann er og royndarvenur í Manchester City.