KÍ smádreingir vunnu leygardagin bronsudystin í stórari altjóða fótbóltskapping í Århus. Við sær heimaftur hevur liðið steyp og bronsumerki
Eftir at KÍ smádreingirnir fríggjakvøldið taptu tøttu hálvfinaluna ímóti Kampala Kids úr Uganda, spældi liðið leygardagin bronsudyst ímóti Søllerød/Vedbæk.
KÍ spældi ikki sannførandi í fyrra hálvleiki, spælararnir tóktust troyttir eftir strævna og órættvísa tapið ímóti Kampala, og tað sást aftur. KÍ var tó betra liðið allatíðina, hóast teir komu afturum 1-0 í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki mannaði KÍ-liðið seg upp, og teir trýstu Søllerød/Vedbæk í botn. Tað eydnaðist eisini at fáa tvey mál seint í dystinum, og tað var nóg mikið til at vinna bronsudystin.
Eftir dystin fingu KÍ smádreingirnir bronsumerki og steyp handað. Harafturat fingu spælararnir eisini hvør sína ítróttartasku sum gávu.
Spælararnir eru væl nøgdir við bronsumerkini, men rætta finalan í kappingini var dysturin millum Kampala og KÍ fríggjakvøldið. Tá var vinnarin í kappingini funnin.




