Í dag kl. 14.30. spælir føroyska U17 landsliðið ímóti dønum. Á føroyska liðnum eru flest allir, sum vunnu silvur heiðursmerki á Aberdeen International Football Festival. Millum hesar 3 leikarar úr KÌ.
Í dag verður fyrsti leikdagurin hjá U17 í NM. Samstundis er tríggir aðrir dystir á skránni. Á Skála leika Ísland – Finnland og í Gundadali, England – Svøríki og Noreg – Føroyska U19 liðið.
Dysturin í Klaksvík kann hava nakað serligt í sær, tí fyrraári vunnu føringar kanska óvænta á dønum við 1-0. Kappingin var tá avgreidd í Finnlandi og málskjútti var Christian Mouritsen, sum nú er í enskum fótbólti. Kappingin í fjør var í Íslandi, men tá vóru vit ikki í bólki saman við dønum. So vit mugu rokna við, at danir hava nakað at hevna.
Fyrr var vanligt, at føroyska liðið tapti stórt í hesi kappingini, men seinastu 2 árini hava dreingirnir bæði tikið stig frá dønum, finnum og svium.
Við í føroyska hópinum eru tríggir KÍ´arar: Páll Klettskarð, Andrias Ellingsgaard og Eli Simonsen. Venjarar eru Pætur Clementsen og Finn Johannesen.




