Summarfestivalurin er fyri alla familjuna, og júst nú eru menn í ferð við at seta upp stóra Silvalandið, har bæði ponyríðing og geitalomb vera á skránni.
Steintór Rasmussen sigur, at tað gongur væl við fyrireikingunum, longu fríggjadagin byrja ymsu tónleikararnir at koma til landið og um veðurmenninir eru eftirfarandi, so skuldi eingin trupulleiki verið við lending vesturi í Vágum.
Í Klaksvík verður arbeitt av lívsins kreftum. Vágsbøur og Akursmørk síggja í løtuni út sum ein slagmark, har eru telt, bátar, kranabilar, fólk og flippumenn hvørt um annað.
Leygardagin kl. 14. verður so stóra brakið av einum barnatiltakið sett ígongd við tyrlu, Trøllapæturi og Ommuni og mongum øðrum. Góðir møguleikar vera hjá børnunum at hugna sær í Silvalandi har Gula Bamsan, Poppkorn, Angela og Hannibal, gyklarar, Silvi Trøllapætur og onnur fara at undirhalda børnunum. Eisini vera verulig geitalomb at síggja og harafturat verður møguleiki fyri ponyríðing fyri børnini. Tiltakið er ókeypis fyri børn undir 5 ár.




