Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Broytingar í skránni hjá Summarfestivalinum

John William Joensen

Av tí at útlendsku bólkarnir enn ikki fáa lent vesturi í Vágunum, er skráin í dag fyribils broytt

Skráin fram til kl. 19.30 er nú soleiðis
Kl. 13.00: Silvaland letur upp
Kl. 14.00: Barnashow v/ Trølla-Pætur, Trølla-Ommuni og Festivaldjórum (Torgið)
Kl. 15.30: Poppkorn (Torgið)
Kl. 16.00: Peter Thorup Trio (Vágsbøur)
Kl. 17.00: Brandur & Anytime (Flags)
Kl. 17.45: Dropar (Torgið)
Kl. 18.30: Kim Hansen (Vágsbøur)
Kl. 19.30: Martin Joensen (Flags)

Broytingin í skránni higartil er, at David Phelps ikki kann spæla sum ætlað kl. 18.30. Ístaðin verður konsertin hjá Kim Hansen flutt frá kl. 16.00 til 18.30. Nýggjur bólkur á skránni er danska supertrioin Peter Thorup Trio, sum spælir á Vágsbøi kl. 16.00.

Nærri boð um skránna í kvøld koma seinni.