Klokkan hálvgun trí sunnumorgunin fór Johnny Deluxe á pallin og tað bleiv ein framúrskarandi konsert
Tað var uttan iva eyka trupult at vera fyrireikari á Summarfestivalinum í ár, tí vánaligu floglíkindini vesturin í vágunum hótti við at forkoma góða stemninginum.
Men umleið miðnátt var ein glotti so flogførini fingu lent, og so var spenningurin aftur í topp.
Hóast drúgvu og strævnu ferðina til Føroya fór bólkurin á pallin umleið kl. 2:30 og tað má sigast at tað var vert at bíðja eftir danska bólkinum.
Forsangarin hevur eina sera góða rødd sum hóskar væl til stílin og ikki minst vóru tónleikararnir sera góðir.
Tá sangurin Øresund rungaði var tað sum um at mannamúgvan smeltaði saman við bólkinum.
Hóast festivalgestirnir høvdu bíðja leingi so fór mannamúgvan at kóka og øll gloymdu alt um svøvn og móð bein.
Framferðslan endaði við Drenge som mig og tá stemmaðu øll við.
Johnny Deluxe var avgjørt eitt av hæddarpunktunum.




