Umleið 40 tímar í luftini tók ikki luftina frá Roger Hodgson, sum ikki er nakar ársungi longur
Tað er eingin ivi um at Roger Hodgson var besta framførslan leygarkvøldið.
Give a Littlebit fór væl niðurum og somuleiðis øll tey mongu hittini hjá Supertramp.
Tað sum ein merkti seg við var at hóast Hodgson hevði eina langa og strævna ferð til Føroya so merktist tað als ikki á honum. Hann var glaður og væl upplagdur og gav alt tað hann hevði.
Breakfast in America og The Logical song saman við Its Raining again, vóru hæddarpunktini á einari sera góðari framførslu sum livdi upp til heiðurin at vera eitt av stóru nøvnunum á Summarfestivalinum 2006




