Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Omanfyri 200 springarar løgdu beinini

John William Joensen

Av tí at allir bátarnir ikki fylgdust, gekk ikki væl at fáa springararnar at gera landgongd í morgun.

Ein bátur, sum ikki lurtaði nóg væl eftir formonnunum, legði seg fyri, tá flokkurin kom inn um heimaru kaj og tí vendi allur bólkurin inn í krókin niðanfyri Sjúkrahúsið.
Har var ov djúpt til at springararnir kundu gera landgongd og tí mólu teir bara í klingur meðan menn royndu at fáa fatur á teimum.

Tóku ikki alt
Sýlsumaðurin sigur at nú eru boð givin um at gevast við drápinum og teir hvalirnir sum ikki finna út aftur av Vánni vera hjálptir út seinri í dag.
– Bólkarnir komu inn í trimum og tann fyrsti gjørdi landgongd frá kl. 9:30 til 9:50 við heimaru kaj. Hetta var sera óheppið og fara vit tá alt er liðugt í holt við teir bátar sum ikki aktaðu boðini sum givin vóru.
– Tað gekk tí ein góð løta til vit fingu organisera bátarnar aftur og næsta landgongdin var frá kl. 10:40 til kl. 11:00.
– Hetta var longri heimi og gekk betur men at enda góðu vit so boð um at gevast við drápinum, og rokni eg við at væl omanfyri 200 hval hava lagt beingini, sigur Sýslumaðurin.