Ídag verður ein roynd gjørd í Klaksvík at fanga springarar at sýna fram á Sjómannadegnum. Fyribils gongur ein springari í aliringi við Kunoyarnes.
Í gjár, varð gjørd ein roynd at fanga ein grindahval í grindini í Gøtu, men hendan royndin miseydnaðist. Saman við Grindamannafelagnum eydnaðist tað tó at fáa fatur á einum dripnum hvali, sum nú er frystur niður, og sum Grindamannafelagið skal skera upp, skera í lykkjur og saltað. Tiltakið verður hugsað sum eitt kunningar og undirvísingartiltak.
Ídag eydnaðist tað hinvegin at fáa fatur í einum springara á Klaksvík. Royndir vera gjørdar í skrivandi stund at fáa fleiri. Fyribils fer hesin at ganga í einum aliringi við Kunoyarnes. Leygardagin í komandi viku er ætlanin at flyta springaran út í Grøv, har ætlanin er at pumpa sjógv niðan í "Lítlahyl", soleiðis at børn og vaksin fáa møguleika at síggja springaran í umhvørvinum har. Aftaná Sjómannadagin verður springarin, ella um tað verða fleiri, springararnir sleptir aftur í havið.
Eisini verður skipað fyri forvitnisligari listaframsýning í egningarskúrðunum hjá Bragd, Havsbrún og Bjørgvin á stongunum. Framsýnararnir eru kendir fiskimenn, nevniliga Jóannes lassen, Adolf Johannesen, Sigmund Andreassen, Tórur Andreassen, Livar Nysted og Jaspur Kruse.




