Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Banki skipar fyri fundi um eftirløn á Sjómannadegnum

John William Joensen

Sum høvuðsstuðul hjá Føroya Sjómannadegi skipar Føroya Banki týskvøldið 15. august kl. 19.30 fyri eftirlønarfundi í Skálanum í Klaksvík. Fundurin er ætlaður fólki í fiskivinnuni, og til ber at boða frá luttøku áðrenn 11. august


Í seinastuni hava eftirlønarviðurskifti føroyinga verið nógv umrødd, og ført hevur millum annað verið fram, at føroyingar eru eftirbátur á hesum øki.

Føroya Banki bjóðar fram eina røð av tænastum í sambandi við pensjónsuppsparing, og í sambandi við Føroya Sjómannadag verður ljós varpað av pensjóns- og eftirlønarviðurskiftini hjá starvsfólkum í fiskivinnuni bæði á sjógvi og landi.

Á fundinum 15. august kl. 19.30 í Skálanum fara fleiri serkøn fólk at greiða frá. Hans Peter Clementsen, deilarleiðari hjá Føroya Banka í Klaksvík, leggur fyri við at bjóða vælkomin.

Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, fer síðan at greiða frá pensjóns- og eftirlønarviðurskiftunum hjá føroyskum sjómonnum.

Joan Stampe og Tummas Pauli Mýri, íløguráðgevar í Føroya Banka, fara at greiða frá møguleikum at spara upp pensjónir og eftirlønir, og fundurin endar við, at Anna Maria Ragnarsson, pensjóns- og íløguráðgevi í Føroya Banka, takkar fyri.
 
Tey, sum ætla sær við á fundin, skulu boða fra luttøku áðrenn kl. 13.00 11. august við at ringja 456377 ella senda teldupost til