Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Anfinn Kallsberg sett samskiftisráðgeva

John William Joensen

Tað er ár og dagur ímillum at greinar eru at síggja frá løgtings- og fólkatingsliminum, Anfinn Kallsberg, men nú skal ferð setasta á samskiftið við fjølmiðlarnar

Nýggi samskiftisráðgevin byrjar í starvinum, tá fólkatingið kemur saman aftur fyrsta týsdag í oktober. Jóhann Lützen er í løtuni í ferð við at leggja síðstu hond á serritgerð sína innan samskifti frá Roskilde Universitetscenter. Umframt nýggja samskiftisráðgevan arbeiðir Sonja Albrink sum skrivari fyri Anfinn Kallsberg á fólkatingi.
Jóhann Lützen er sonur Jógvan Lützen, sum m.a. umboðaði Fólkaflokkin í býráðnum.