Høvuðsstaðarpressan er mangan lítið vitandi tá hon skrivar um viðurskifti kring um í landinum og hetta sást eisini skilliga í Hinvegin í Dimmu, har Heini Gaard undir yvirskrivtini Klaksvíksstríðið II gevur ilt av sær og leggur allar klaksvíkingar yvir ein kamb, undir at vera vánaligir at taka ímóti kritikki.
Útsøgnin ella niðurstøðan hjá Heina Gaard má sigast vera langt við síðuna av, tí norðoyingar tola væl at fáa at vita um tað sum skeivt er og eftir mínum tykki eisini dugnaligir at rætta mistøk og at gera ting betur har hetta er møguligt.
Hinvegin er tað sera umráðandi hjá Norðlýsinum at standa ímóti høvuðsstaðarpressuni, tí mangan úttalar hon seg um viðurskifti, ið hon als ikki hevur skil fyri. Til tíðir ivast vit í um orsøkin til burturvið handfaringina av tíðindum úr eitt nú Norðoyggjum hevur eitthvørt niðurgerandi endamál.
Tak sum dømi leiðaran í Dimmu, har blaðið leggur formannin í Føroya Banka undir at keypa skip frammanfyri nøsini á kunda bankans.
Vinnulívsmaðurin, sum er ein av stórstu vinnulívsmonnum í Norðoyggjum samskiftir við seljara um tvey skip. Tá samskiftið er liðugt og teir báðir eru samdir um prís verður fígging útvega, og hetta eydnast og bátarnir skifta eigarar.
Hvussu Dimma kann fáa tað til, at vinnulívsmaðurin í Norðoyggjum, sum samstundis er formaður í Føroya Banka kann brúka banka sín til at fáa skipini heldur enn annar reiðari, átti Dimma at komið við eini frágreiðing um, tí Føroya Banki var als ikki seljari í hesum handli.
Vit hava nógv at rópa upp um; viðgerðir hjá høvuðsstaðarpressuni í málum kring um í landinum og tá serstakliga í Norðoyggjum, tí vit siga okkum at vera lokalblað fyri Norðoyggjar og tað royna vit at halda fast um.
Høvuðsstaðarpressan sigur hinvegin ongantíð at hon er lokal, hóast hon er tað so tað stendur eftir.
Fyri stuttum skrivaði John Eli Olsen frá El-Service eina áhugaverda grein um trupulleikar hjá fyritøku síni. Hann segði bart út, at ein fyritøka við kjølfesti uttanfyri Havnina hevði als ongan møguleika at fáa arbeiði í Havn, sjálvt um hon kundi kappast í tilboðsprísum, tí fór hann í samstarv við fyritøku í høvuðsstaðnum. Hetta var álvarslig ákæra, tí høvuðsstaðurin fær hópin av peningi úr øllum landinum ígjøgnum landsskattin, almennar lønir og almennar byggingar og ein skuldi trú, at allar føroyskar fyritøkur skuldu staði á jøvnum føti tá boðið varð upp á slík arbeiði.
Vit væntaðu at høvuðsstaðarpressan fór at gera nakað við hesar ákærurnar, men tað gjørdi hon ikki.
Tá ið um ummælini av festivalunum ræður, so hava vit satt at siga ilt við at taka tykkum í álvara. Øll vita nevniliga, at Dimmalætting er bundin at G-festivalinum og at Sosialurin er bundin at Summarfestivalinum, so ein kann bert ímyndað sær hvønn veg ummælini hjá hesum parti av høvuðsstaðarpressuni vendir.
Ymisk nøvn eru á ymisku útgávunum í høvuðsstaðnum. Men kannar tú tað eitt sindur nærru, so eru røddirnar og skrivandi pennarnir teir somu, teir skifta ímillum útvarp, sjónvarp, Dimmu og Sosialin at tú sjálvdan veitst hvar hvør arbeiðir og tí er lætt hjá okkum at leggja alt saman í eina høvuðsstaðarpressu.
Annars er neyvan neyðugt hjá einum blaðmanni at leggja eftir útivið 5000 klaksvíkingum fyri at bera í bøtuflaka fyri ein ummælari, tí ummælarin skal nokk klára seg sjálvan, eitt ummæli er ein meining og hana eigur ein ummælari at hava loyvi at hava, at ein annar so hevur eina aðra meining, má hann eisini hava loyvi til.




