Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar mistu á stokkinum

Oliver Joensen

Í einum tøttum og vælleiktum dysti, mistu KÍ kvinnurnar á stokkinum í triðja minutti í yvirtíðini, tá Hibernian skoraði til endaligu støðuna 2-1. Dysturin var tættur og skotsku kvinnurnar vóru heppnari.

Frá heimildarmanni okkara úr Skotlandi frætta vit nú, at dysturin endaði við 2-1 til Hibernian, sjálvt um KÍ kvinnurnar vóru á odda stóran part av dystinum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Hibernian til 1-1 og í triðja minutti í yvirtíðini eydnaðist teimum eisini at fáa vinnandi málið til 2-1.
Annars verður sagt, at dysturin var spennandi og javnur, okkara kvinnur høvdu fleiri góðar møguleikar at leggja seg framum, men tað høvdu skotsku kvinnurnar eisini og tær vór heppnari at skora tvey mál, ímeðan vit stóðu við tað eina.
Næsti dysturin verður ímóti Espaniol úr Barcelona í Spania. Tann dysturin verður leiktur sunnudagin kl. 14.00 og Norðlýsið fer eisini at fylgja tí dystinum.

Kl. 21.10 -10 minuttir farnir av seinna hálvleiki KÍ á odda 1-0
Støðan er sera spennandi í dystinum í Skotlandi ímillum KÍ kvinnurnar og besta kvinnuliðið hjá Hibernian FC. Klaksvíkskvinnurnar eru omaná, men tað gongur á bæði málini.
Tað sær sera spennandi út í løtuni, nú seinni hálvleikur er settur ígongd í Edinbourgh. KÍ kvinnurnar eru tendraðar. Okkara álop er vandamikið, miðvøllurin arbeiðir væl og harafturat stendur verjan sera sterk.
Heimildarmaður okkara sigur at tó er onki avgjørt enn, tí tað hava verið møguleikar hjá báðum liðum, vit hava nærum bert verið heppin at skorað uppá ein av okkara.

Kl. 20.45 -KÍ kvinnurnar á odda 1-0
Vit hava góðar møguleikar at fáa stig í Europa Cup í Edinbourg, nú vertirnir Hibernian eru aftanfyri 0-1, men enn er einki avgjørt.
Tað sær spennandi út hjá KÍ kvinnunum, nú hálvleikur er á Almondvale Stadion í Edinbourgh. Klaksvíkskvinnurnar eru á odda 1-0. Heimildarmaður okkara sigur, at málið kom eftir eitt gott álop úr høgru síðu, bólturin varð stútaður ímóti málinum á stongina og út til Kristinu Eyðbjørnsdóttir, sum smekkaði bóltin trygt í netið. !-0 til okkum.
Men onki er avgjørt enn. Randi Wardum hevur havt nógv at gjørt í okkara máli og hinvegin hava vit havt fleiri møguleikar. Møguleikan hjá Kristinu hava vit umrøtt og afturat tí fintaði Malena málmannin av, men var komin so nær at baklinjuni, at tá hon skjeyt, rakti hon síðunetið á opna málinum.

Kl. 20.25. -25 minuttir leiktir støðan er 0-0
Hetta er ein spennandi dystur, og KÍ kvinnurnar hava havt besta málmøguleikan higartil
Heimildarmaður okkara í Edinbourg sigur, nú 25 minuttir eru leiktir, at dysturin sær spennandi út. Tað gongur á bæði málini, men higartil hava okkara kvinnur havt besta málmøguleikan. Hann kom eftir hornað sum Bára Skaale Klakkstein skjeyt, Kristina Eyðbjørnsdóttir stútaði ímóti málinum, men bólturin fór beint yvir yvirliggjaranum.

Kl. 20.00 Dysturin byrjaður í Edinbourgh
Í løtuni leika KÍ kvinnurnar ímóti besta kvinnuliðnum hjá Hibernian í Skotlandi á Almondvale Stadion.
Hetta er heimastadion hjá Livingstone FC og tað tekur einar 15.000 áskoðarar. Vit frætta at veðrið er gott nakað av sól og ongin vindur, gott fótbóltsveður verður sagt.

Harleyfacadeacryl