Fiskur og fiskivinna hevur, líka frá John var heilt ungur, haft stóran leiklut í hansara lívi.
31 ára gamli John Havn hevur síðan aldaskiftið verið heimamaður hjá útróðrarbátinum Kallanes. Honum dámar væl at hetta arbeiðið, men av og á merkir heimsmeistarin í egning, at hansara yrki í dag er eitt heldur vanvirt starv. Men honum hevur dámað væl í skúrinum. Vit hava hitt hann til eitt prát.
Sjómannadagurin hann nærkast. Hesin dagurin, sum er komin í lag, fyri at vit sum land og býur kunnu varpa ljós á og fokusera uppá hesa vinnuna, sum hevur givið Føroyum so nógv. Vinnan sum eigur lívið í mangari familju á hesum klettum.
Fiskur og fiskivinna hevur líka frá tá John hava heilt ungur, haft stóran leiklut í hansara lívi. Hann byrjaði at egna sum heilt ungur, og keypti sítt fyrsta stereoanlegg fyri egningapengar, tá hann var tíggju ára gamal. Tá hevði hann longu egnt fyri eitt dýrt anlegg, sum hann stoltur hevði í sínum kamari.
Ein rættur maður
Sum 17 ára gamal fór hann til Flemish Cap við Sigurfarinum á saltfiskaveiðu við línu. Við hendan túrin vóru 24 mans. Hetta var í 1992. Umborð vóru bert tvey wc. Inntøkan var lítil, men av tí at so nógvir javnaldrandi vóru við, so var tað stuttligt.
-Eg minnist, at tá vit komu aftur av Flemish Cap henda fyrsta túrin, at eg kendi meg sum ein rættan mann, tá eg stóð frammi á bakkanum, ímeðan skipið spakuliga sigldi inn eftir vágni. Tað var ein stór løta. Rættuliga nógv fólk plagdi at savnast á bryggjuni, tá skipini komu aftur. Í dag sært tú næstan einki fólk á bryggjuni tá skip koma og fara.
-Fleiri av mínum vinmonnum vóru eisini við hendan túrin. Eg kann nevna Karl Jakku Ósa og Finn Lutzen.
Av tí at fiskiskapurin var so vánaligur og harvið eisini inntøkan var hann bert tveir túrar. Tá hevði hann longu verið umleið 10 mánaðir við New Foundland. Heimafturkomin av seinna túrinum, for hann við ísfiskalínubátunum úr Klaksvík.
Eitt skifti var núverandi heimsmeistarin í egning við Borðoyarnes har teir fiskaðu útfrá Mauritius. Tá egndu teir við hond. Hetta var ein góð tíð, minnist John.
Tað besta við Afrika var, at eg sá hvussu gott vit hava tað her.
-Eg havi altíð, haldi eg, verið positivur síðan tá. Eg kann ikki loyva mær at ganga við gron alla tíðina.
Heimamaður
Heimafturkomin úr Afrika í 1998, fór hann aftur í ísfisk, til tá hann gjørdist pápi. Honum dámdi væl at verða umborð á línubátunum og var inntøkan hesi árini góð. Fiskurin hevði rættiliga tikið seg upp í 1997-98 og fiskaðu teir rættiliga fitt av toski.
– Í 2000, tá eg varð pápi, gjørdi eg av at fara uppá land fyri at kunnað verða so nógv saman við soninum, Ísak, sum møguligt. Tá byrjaði eg, sum egningaformaður á Kallanes og havi eg verið í hesum starvinum síðan.
Gott arbeiði
John møtir av og á vantandi respekt fyri arbeiðinum í skúrinum. Tá fólk spyrja hann um hvar hann arbeiðir, kennir hann tað, sum at eingin respekt fyri hesum yrkinum hetta sjálvt um inntøkan kann vera góð. Summi hava hug kalla egning og útróður fyri lágstatus, men persónliga heldur hann ikki at heitið er hóskandi.
-Mær dámar sera væl at arbeiða sum heimamaður. Vit hava tað hugnaligt. Nógv fólk koma inná gólvið til ein kopp av kaffi og harafturat er inntøkan ok. Tá tað stendur uppá er tað strævið, men vit hava sjálvandi nógvar frídagar. Tá samanum kemur, so fái eg eina góða ársinntøku uppá umleið 300.000 um árið. Hetta meti eg, er ein góð inntøka, tá hugsað verður um, at vit hava góðar møguleikar at gera annað framíhjá.
-Men av tí at vit ofta standa leingi, so er tað mangan strævið. Tá vit pressa á um heystarnar og veturin, so arbeiða vit nógv.
-Um summarið er Kallanes ofta við Ísland á snelluveiðu. Tá tekur John sær ofta av løttum og er saman við soninum Ísak. Vanliga hevur hann summarfrí í juli og august.
Teir ungu
Teir virkisfúsnu ungu dreingirnir eru ikki so nógvir í tali, sum tá John av fyrstum fór til skips. Tað kemur meir enn so fyri, sigur John, at skipararnir umborð á teimum størri línubátunum, ringja fyri at vita, um nakar raskur drongur er á veg, sum kann koma umborð á linubátarnar. Men teir eru ikki so nógvir í tali longur.
-Vit hava haft fokus uppá at venja ungar dreingir upp. Tað hevur Auðunn Konráðsson, starvsfelagið mín, altíð gjørt. Men tað er trupult at fáa ung at egna í dag. Fyri meg virkar tað sum um, at børn og ung hava ov mikið av pengum. Tankin, sum var meir frammi fyri nøkrum árum síðan, um at ung hava gott av at klára seg sjálv, er ikki so sjónskur longur. Sjálvandi eru tað nakrir, sum eru raskir og hugagóðir, men tað er ikki sum tá eg var ungur.
Fiskivinnan til fortreð
Tað tykist sum ein annar hugburður er íkomin, síðan hann var ungur, tá nærum allir ungir dreingir fóru til skips. Fólk hugsa øðrvísi. Í dag vilja fólk arbeiða uppi á landi og vilja tey ikki stríðast ov nógv. Fyri meg ljóðar tað sum um, at fiskivinnan bara er til fortreð. Eg havi fylgt eitt sindur við orðaskiftinum í Havnini. Tað ljóðar sum fiskivinnan er ein trupulleiki; við einum keðiligum tóna verður vinnan umrødd av politikarum og embætisfólki.
John dugir ikki at siga akkurát, hvat skal til fyri at gera orðadrátturin eitt sindur meira positivan. Fiskivinnan er tann vinnan, sum hevur givið okkum tað ríkidømi sum vit hava. Men hann heldur, at tað er av stórum týdningi, at tú hevur hug til títt yrkið.
-Tað nyttar ikki, at tú bert arbeiðir fyri at tjena pengar tað er lívið ov stutt til. Um ein ikki hevur hug til sítt arbeiði, so gongur man bara við gron! Tí er tað av týdningi, at okkara hugburður til fiskivinnu er positivur, at vinnan verður umrødd í einum positivum tóna. Um ikki, so er vandi fyri og er hetta longu sjónskt at fólkið vendir fiskivinnuni bakið.
Sjómannadagur
Sjómannadagurin roynir við teimum nógvu tiltøkunum at skapa ein positivan hugburð um fiskimenn, fiskiskap og fiskiskip. Hetta er kærkomið, í hesum døgum, tá fiskivinnan í ávísan mun hevur fingið eitt ringt orð á sær. Soleiðis var tað ikki tá John var yngri.
-Tá eg var ungur, var tað soleiðis, at næstan allir dreingirnir fóru til skips. Tað var líkasum, at vit, um vit ynsktu at gerast rættir menn, áttu at farið til skips. Hugburðurin var annarleiðis. Vit vóru stoltir av at fara til skips sum ungir; vit hugdu upp til sjómenn og høvdu eina virðing fyri teimum.
-Tað er fantastiskt at eldsálirnar, sum standa aftanfyri sjómannadagin, hava fingið so nógv upp at koyra fyri m.a. at fáa ein meira positivan hugburð um fiskivinnu. Sjómannadagurin í fjør var rættiliga væleydnaður. Eg rokni við, at tað ikki verður annarleiðis í ár kanska eitt sindur betri um nakað. Í hesum døgum, tá fiskivinnan hevur so ringt orð á sær, so er tað gott at eitt slíkt tiltak verður hildið. Hetta hevur positiva ávirkan á fólk. Í skúrinum hoyri eg, at fólk gleða seg til dagin og tosa um sjómannadagin í fjør. Sjómenn eru sera vælnøgdir við hetta tiltakið.




