Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsti fløskuposturin funnin

John William Joensen

Uppá bert tveir dagar hevur hann ferðast vestur til Trøllkonufingur

Eitt av tiltøkunum á Føroya Sjómannadegi var at øll børnini, sum luttóku í fiskikappingini á Kósabrúnni, sloppu ein túr við Ågot og Klakki út í Kalsoyarfjørð at tveita út fløskupostar.
Og sunnudagin var so tann fyrsti funnin aftur undir Trøllkonufingri.
Tað rak suður tá fløskupostarnir vóru tveittir út í Kalsoyarfirði og tí hevur hann óivað ferðast suður um Nólsoynna og so vestur móti Trøllkonufingri.

Tá tað var grindaboð í gjár, fóru Sjúrður Poulsen og 14 ára gamla dóttur hansara, Durita Poulsen, avstað við báti teirra av Miðvági. Men tá menn einki sóu til grindina aftur, avgjørdu tey at sigla ímóti Trøllkonufingri í dýrdarveðrinum. Tá tey vóru ½ fjórðing úr Trøllkonufingri síggja tey eina fløsku, við onkrum innaní. Steðga verður og fløskan verður tikin upp.

Í fløskuni er ein postur frá Lailu Hjelm, sum var ein av teimum mongu børnunum, sum kastaðu fløskur út fríggjadagin.

Durita hevur skrivað eitt bræv, sum nú er á veg norður til Klaksvík.