Páll á Reynatúgvu var eisini ovfarin av tíðindunum, um at hann sum tingmaður var í barnsburðarfarloyvi.
– Eg má siga, at tíðindini á potalinum komu eisini óvart á meg, tí tað sum eg greiddi tíðindafólkinum frá var at eg eri í farloyvi, sum borgarstjóri í Sandoyar Kommunu.
– Tingið kemur jú ikki saman fyrr enn í september og eg havi ikki tikið støðu til um eg farið at søkja um farloyvi frá tingarbeiðinum.
Fyrsti tingmaðurin
Tíðindini søgdu eisini at hetta var fyrsta ferðin at ein tingmaður var farin í barnsburðarfarloyvi, men hetta er eisini ein misskiljing, sigur Páll á Reynatúgvu.
– Vit fingu næsta barnið í 2000 og tá var eg eisini í farloyvi, men tá var eingin skipan, so tað tíðina var eg so í farloyvi uttan løn.
– Í fjør var eg eisini í farloyvi frá tinginum og tá fekk eg fyri fyrstu ferð, sum pápi, útgjaldi frá barnsburðarskipanini, men sum sagt so havi eg als ikki tikið støðu til um eg farið at søkja um farloyvi hesuferð.
Barnsburðarfarloyvisskipanin broytast
Sandoyartingmaðurin sigur við Norðlýsið, at tað sum hann heldur hava týdning er at skipanin átti at verið broytt.
– Eg meini at hon skuldi verið longd til eitt heilt ár, og so kundi konan átt fyrra hálva árið og maðurin kundi hetta sama tíðarskeiði tikið 14 dagar, soleiðis at baði vóru heima tað fyrstu tíðina.
– Teir mánaðarnir sum síðani vóru eftir áttu kona og maður at kunna bítt sína millum.
– Eg veit ikki um eg kanska var ov fløkjasligur tá eg úttalaði meg um hesi viðurskiftini, ella um eg eri misskiltur, men sum sagt so havi eg ikki tikið støðu til um eg farið at søkja um farloyvi frá tingarbeiðinum hesuferð.




