Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pollur farin aftur til familjuna

John William Joensen

Springarin "Pollur" varð sleptur leysur aftur mikukvøldið. Áðrenn hann varð sleptur leysur, fekk hann sjálvandi nógv at eta, soleiðis at hann aftaná strævna Sjómannadagin ikki skuldi vera væl fyri at svimja langt.

Men í hvussu so er í fyrstu atløgu fór hann ikki langt. Aftaná at Kristian Zachariasen frá Fiskirannsóknarstovuni hevði sett nøkur frámerki á Pollin, varð hann sleptur leysur. Hann gjørdi skjótt av og vit sum stóðu á aliringinum úti undir Kunoyarnesi sóu hann bert koma upp tað einu ferðina.
Men helst hava vinmenninir bíða eftir honum. Upptøkur sum vit hava av Polli undir vatni í ringinum vísa, at Pollur sendið ljóð út alla tíðina ímeðan hann var gestur hjá okkum, og tað er ikki óhugsandi at lagsbrøður hansara hava hoyrt hann.
Vit sum vóru við alibátinum sigldu norður á Strond og sóu einki til Pollin, men Óli Poulsen og aðrir, sum vóru við útróðrarbátinum Rebekku inn á Vágna, sóu Pollin saman við trimum øðrum springarum úti á Pollinum, og teir sýntust at hava nógva ferð.

Nú er so bert eftir at vóna, at um Pollur verður rikin inn á onkra grindavág, at vit fáa eina fráboðan um, at hann er sæddur.

Farvæl – elskaði Poll!