Dómsnevndin slær fast at Páll Mohr Joensen "hevur tí leikt uttan spæliloyvi", men sigur at avgerandi er at øll viðurskifti vóru avgreidd millum NSÍ og HB
Tað er skelkandi at staðfesta at Dómsnevndin nú hevur broytt meining í Páll Mohr málinum.
Í grundgeving síni fyri at loyva HB at halda fram í steypakappingini heldur dómsnevndin seg til niðurstøðu hjá Ítróttardómstólinum.
Í niðurstøðuni til dómin sigur Dómsnevndin:
… Út frá fyriliggjandi upplýsingum í málinum, hevur HB ikki prógvað, at tað fyriliggur skrivlig fráboðan um leysgeving til FSF, sum er innlatin, áðrenn dystin 25/3-2006 millum HB og VB/Sumba.
Páll Mohr Joensen hevur tí leikt uttan spæliloyvi, sum er brot á grein 15 í kappingarreglunum.
Ítróttardómstólurin hevur viðurkent meginregluna, at eitt lið verður dømt at tapa dyst, um viðkomandi leikari spælir uttan leikaraloyvi.
Hinvegin hevur ítróttardómstólurin í sínari viðgerð víst á 10 ymisk viðurskifti sum eftir umstøðunum kunnu tala fyri, at víkt verður frá meginregluni.
Eitt av hesum viðurskiftunum er, at øll viðurskifti millum HB og NSÍ vóru avgreidd. Dómsnevndin er samd um, at hetta er ein avgerandi munur.
Vísandi til, at í hesum máli eru øll viðurskifti millum HB og NSÍ avgreidd, meðan sama støða ikki var galdandi fyri málini í fjør, heldur Dómsnevndin, at tað er skeivt, at HB skal dømast at tapa dystin móti VB/Sumba………"
Síðani dømir dómsnevndin HB eina bót uppá 15.000 krónur fyri ikki at hava fingið leikaraloyvi útskrivað frá FSF áðrenn teir brúktu leikaran móti VB/Sumba.
Hví far so bert HB bót
Dómsnevndin sigur í niðurstøðu síni at málini "Klæmint Matrass" og "Knút Vesturtún" eru meinlík Páll Mohr Joensen málinum og út frá hesum dømir dómsnevndin HB eina bót.
Tað sum so er óskiljandi er at dómsnevndin velur ikki at døma bøtir til B36 og EB/STR, hóast nevndin staðfestir at hesi mál eru líka.
Dómsnevndin hevur við sínum dómi staðfest at øll feløg eru ikki líka fyri lógini og hetta er fyrsta ferðin í FIFA høpið at nakað felag er sloppi undan at tapa dyst við at brúkt ein ólógligan leikara.
Ein skandala
Niðurstøðan hjá Dómsnevndini er fullkomuliga óskiljandi og kann bert forklarast við at stórt trýst hevur verið á nevndini fyri at fríkenna HB, ella at limirnir í dómsnevndini hava leita eftir einum hátti at fríkenna høvðuðstaðarfelagið.
At tað nú er legalisera at brúka ólógligar leikarar bara man hevur ráð til at gjalda 15.000 krónur er óskiljandi.
Harafturat er bótin tikin úr leysari luft og kundi tí eins væl verið 100.000 krónur ístaðin fyri 15.000 krónur.
Men kanska helt dómsnevndin at HB ikki hevði ráð at gjalda eina størri bót.
Tær 15.000 krónurnar skulu kanska dekka fyri – at HB hevur drigið føroyskan fótbólt í sivila rættarskipan – fingið FIFA at senda hóttanarbræv um at tveita Føroyskan fótbólt út úr felagsskapinum – og ikki minst við brævið hótt nevndarlimir í FSF við endurgjaldskravið um teir vágaðu sær at nerta HB – og oyðilagt steypakappingina 2006.
Norðlýsið – ítróttur




