HB heimasíðan (www.hb.fo) skrivar at talvan gekk í Gundadali til frama fyri bótina sum dómsnevndin ásetti
Bótin, sum dómsnevndin álegði HB at gjaldað, varð undirhald í Gundadali tá HB og Skála spældu landskapping.
Heimasíðan hjá HB skrivar:
"Dysturin móti Skála í dag fer kanska at verða mintur meira fyri henda kassan enn fyri sjálvan fótbóltin. Umboð fyri viðhaldsfólkið hevði eftir góðkenning frá HB-leiðsluni avgjørt at lata "talvuna ganga" í Gundadali í dag, og gav hetta tiltakið nærum 12.000 kr. So ikki kann sigast annað enn, at viðhaldsfólk okkara fegnast um, at vit framvegis eru partur av steypakappingini. Kanska eisini ein nøs ella eitt neps til FSF?
HB takkar øllum mirðiliga fyri góða stuðulin!"
Les meira á www.hb.fo




