Dánjal Andreasen og Jónfinn Thomsen vóru báðir ógegnigir, men hetta hildu teir ikki sjálvir og tí mannaðu teir meirilutan í dómsnevndini
Tað er ein sannroynd av tveir av dómsnevndarlimunum hava verið blandaðir upp í maktstríð í FSF og dómsviðgerðir, men hóast hetta sótu teir sum hægsta dómsvald og hava við dómsúrskurði broyta alla siðvenju í fótbóltsheiminum.
Dánjal og kappingarnevndin, umsitingina hjá FSF
Tá Dánjal Andreasen var skiftur út sum formaður í FSF var tað fyrsta ferðin í 25 ára longu søguni hjá FSF at formaðurin bleiv skiftur út hóast hann hevði hug at halda fram.
Tað sum eisini sermerkti formansvalið í 2004 var at nevndin í FSF ikki vildi hava formannin at halda fram. Formaðurin, Dánjal Andreasen, lá í stríði við baði umsitingina hjá FSF og meirilutan í nevndini.
Hetta var eitt stríð, sum var rættuliga ógvusligt og m.a. almannakunngjørdi meirlutin í nevndini eitt bræv har teir gjørdu greitt at teir ikki kundu samstarva við formannin og vístu á eitt annað valevnið til formannssessin.
Tað var hetta, sum at enda noyddi Dánjal Andreasen at trekkja seg sum valevnið til formanspostin beint fyri aðalfundin.
Tað er tí nærliggjandi at hugsa at ein av orðsøkunum til at Dánjal Andreasen broytti støðu í spurninginum um leikaraloyvi var eitt takk fyri seinast.
Í øllum førum er alment kent at dómsnevndar limurin hevur ligið í longum stríði við merilutan í kappingarnevndini og umsitingina hjá FSF, sum avgjørdi at HB skuldi dømast at tapa dystin.
Tí er álvarsamur ivi sáddur við gegnisspurningin hjá Dánjal Andreasen, men hetta hildu teir tríggir í dómsnevndini ikki vera nakran trupuleika.
Løgfrøðingur var løgfrøðisligur ráðgevi og verji hjá B36 í fjør
Petur Even Djurhuss, advokatur skuldi sita í dómsnevndini, men hann metti seg at vera ógegnigan, tí at hann var limur í HB, og trekti seg úr dómsnevndini. Men sama var ikki galdandi fyri ítróttardómstólin har limur í HB sat sum dómari í nógv umrødda málinum.
Í hansara stað kom Jónfinn Thomsen, sum í fjør var advokatur hjá B36 tá havnafelagið eins og KÍ var dømt úr steypakappingini.
KÍ, HB og B36 høvdu øll tað til felags at tey ikki høvdu fingið útskrivað leikaraloyvið frá fótbóltssambandinum og sum løgfrøðingurm hjá B36 stríddist Jónfinn Thomsen fyri at yvirbevísa kappingar- og dómsnevnd FSFs um at hetta ikki átti at merkja at B36 var dømt at tapa dystin og harvið verða tveitt út úr steypakappingini.
Sostatt var Jónfinn Thomsen dómari í einum málið sum beinleiðis viðgerð og nevnir B36 málið, sum hann eisini var verji hjá.
Hóast almenningurin frammanundan visti hvar Jónfinn Thomsen helt um málið viðvíkjandi leikaraloyvum, so metti hann seg ikki vera ógegnigan og var við til at samtykja eina broytta mannagongd, sum ikki áður hevur verið í altjóða fótbóltsheiminum.
Tað er nevnuliga siðvenja at próvbyrðan áliggur feløgunum at syrgja fyri at øll viðurskifti herundir leikaraloyvi frá fótbóltssambandinum eru í lagið. Hevur leikari ikki fingið útskrvað leikaraloyvi frá fótbóltssambandinum, hava feløg altíð verið dømd at tapa dystir.
Men í Føroyum kom ein ógegnig dómsnevnd til tað niðurstøðu at nú var tíðin búgvin til at broyta mannagongd???
So er spurningurin hvørjar avleiðingar hetta far fyri føroyskan fótbólt og fótbóltsumsiting.
Norðlýsið – Ítróttur




