Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Søgan, nútíðin og framtíðin

John William Joensen

Grundarlagið undir núverandi samfelags-menning í Klaksvík, er fyri langari tíð síðani lagt. Okkara standmyndir og minnisvarðar bera boð um hetta. – Og hiðani eru sprettar framtíðarvisjónirnar nátúr-liga við dugnaligum íverksetarum.

Gloymd samfelagsøga kann gerast álvarsamt bakkast. At halda, at alt var betur fyrr, er órealistiskt. At trúgva, at vit sammett við onnur lond kunnu koma fram í oddin, um ikki arbeitt verður meiri einvíst, kennist sum droymarí.
Onkur mentamaður úr høvuðsstaðnum, tók herfyri til í einum dagblaði, at klaksvíkingar hava onga standmynd av mentafólkum, men bara av vinnulívinum.
Hetta helt hann vera løgið. – Men hevur hann rætt!
Eingin ivi er í, at Klaksvík byrjaði rætt í røðini av standmyndum og minnisvarðum.

Sorgardagar og bakkast
Fyrsti minnisvarði, sum var reistur í Klaksvík,  stendur heima í Vági í Gamla krikjugarði, har økið nú er fríðkað og vakri garðurin, nú betur kemur til sín rætt.
Sum sjómans- og fiskivinnutjóðin Føroyar var og framvegis er, varð fyrsti minnisvarði ognaður teimum, sum lótu lív á havinum. Minnisvarðin, sum hvørjaferð vit fara framvið, minnir okkum á sorgarløtur, tá okkara fólk læt lív á havinum. Hann varð avdúkaður í 1943, við áskrift, sum er yrking hjá skaldinum J.O.H. Djurhuus:

Yvir teim, ið lívið lótu,
mæla orð úr rúnargróti,
minna tey, ið eftir sótu.
Øldir undan øldum fara,
økir nøvn kring
minnisvarða
nornan harða.               

Tvey ár seinni, varð vakur minnissteinur reistur úti í Gerðabøi, við áskrift, um at: Ættarmenn reistu steinin í 1945. Har umframt síggjast tíðarbilini í skrivt søguligu omanlopini 12. mars 1745 og 1765.

Broyting og mentan
Nú gingu mong ár, men tá Klaksvíkar Kommuna fylti 75 ár í 1983 var standmyndin av teimum seks tindunum, sum skal ímynda tær seks Norðuroyggjar avdúkaður við einum gosvatnið á gomlu tinggrundini. Standmyndina gjørdi listarmaður okkara Frithjof Joensen.
Í hesum døgum, varð relief eisini sett upp á Vevskúlan úti í Grøv, sum avmyndar svensku kvinnuna Ainu Sederblom, sum kemur siglandi í bátinum Rospigen. Aina Sederblom stóð fyri hugskotinum um Vevskúlan áðrenn kríggið. Hetta vakra relief, sum Frithjof Joensen so hegnisliga skapti,  læt Inner Wheel hjá Klaksvíkar Rotaryklubba í Klaksvík í samband við føðingardag kommununar. Báturin Rospigen, sum ættarfólkini hjá Hans Jacobsen , (Hans hjá Hansen) eiga, varð sýndur fram á Stongunum Sjómannadagin.

Búskaparlig framgongd
Síðani  varð – um aldaskiftið – standmynd reist av størsta vinnulívsmanninum, sum Føroyar nakrantíð hava átt, og kanska koma at eiga, J. F. Kjølbro. Standmyndin  er gjørd av listamanninum Hans Paula Olsen. Her var kendi danski stórkeypmaðurin Frank Uhrenholt til dystin fús, men Norðoya Sparikassi læt.
Á Sjómannadegnum seinasta ár, var avgjørt at seta upp á Stongunum standmynd av Útróðrarmanninum, sum ikki bara hevur havt týdning fyri Klaksvík, men sum hevði nógv at týða fyri allar Føroyar í krígsárunum og aftaná, upp til dagin ídag.  Listamaðurin Archibald Black gjørdi uppskotið, sum Ólavur Samson tilevnaði í jarni.
Í ár á Sjómannadegnum sóu vit aftur hesar báðar í samstarvi, har teir skaptu fiskaturking. Tveir menn við fiskabøru. Ella Petersen avdúkaði hetta vakra og viðkomandi minnismerki.
Hesir bæði  seinastu listaverkini eru veruliga í Robert Jacobsen-stíli.

Byrjaðu rætt
nú má haldast fram
Jú sanniliga hevur listin fest søguna á okkum, og Klaksvík byrjaði frá rætta endanum. Byrjanin, sum legði grundarlagið undir fíggjarligu og búskaparligu møguleikarnar hjá okkum, til at mentan og mentanarlívið grør og framvegis tekur til. Tílíkar minnismyndir festa søgu í sinnið og minnið og hava gjørt, at mentan í bókmentum, tónlist, sjónleiki og í øðrum tættum hevur havt gróðrarlíki í so stóran mun, tað nú hevur.
Fyrr havi eg nevnt í grein í Norðlýsinum, at vit áttu at sett okkum fyri, at fáa eina mentanarpark ella (- lund), har persónar, sum Símun av Skarði, Jógvan Waagstein, Símun Hansen og Robert Joensen komu at standa. Her má haldast fram.
Klaksvík byrjaði rætt við standmyndum og minnisvarðum.
Vit geva okkara ungdómi og komandi ættarliði søguna í myndum og orðum, og geva eisini pláss fyri okkara stóru og virðismiklu mentamonnum norðoyggja við t.d. eini mentanarpark.
Okkara standmyndir og minnisvarðar bera søguliga boð frá gleði og sorg, frá ríkari menning eins og bakkastum – bæði á handiligari og andligari menning.

Jógvan við Keldu
Norðoyatingmaður