Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj bók "Føroya Náttúra" við Annu Mariu Fosaa

John William Joensen

Bókin "Føroya Náttúra" er ein støðumynd av lívfrøðiliga margfeldinum í føroysku náttúruni


Tíðindaskriv:

Hósdagin 31. august kemur út nýggj bók Føroya Náttúra. Anna Maria Fosaa, ið er formaður í ritstjórini sigur:

– Bókin "Føroya Náttúra" er ein støðumynd av lívfrøðiliga margfeldinum í føroysku náttúruni, og tí er hon tað besta grundarlagið, ið vit í løtuni hava fyri at meta um støðuna hjá plantum og djórum í Føroyum. Tí skuldi hon verið eitt gott grundarlag hjá politisku myndugleikunum, tá ið tjóðarætlanir skulu gerast, ið hava til endamáls at varðveita lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum.

Verkætlanin varð sett í gongd, eftir at Føroyar í 1992 skrivaðu undir ST-samtyktina Agenda 21, ein sáttmála um m.a. varðveitslu og skráseting av lívfrøðiligum margfeldi. Týðandi og bindandi sáttmálar, sum eru grundleggjandi fyri eina tjóð sum okkara, ið burturav livur av burðardyggari gagnnýtslu av náttúruni. 

– Bókin "Føroya Náttúra" er okkara íkast til hesa heimsumfatandi støðumynd, sigur Helena Dam á Neystabø, leiðari á Føroya Skúlabókagrunni.

Magnus Gaard hevur samskipað og verið skrivari í verkætlanini "Føroya Náttúra" og Marjun Simonsen hevur verið málsligur ráðgevi. Ein heilur hópur av orðum eru skapt og fyri fyrstu ferð brúkt í hesi bók, sum Føroya Skúlabókagrunnur og ritsjórnin leggur fram á almennari samkomu í Framsýningarhøllini hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð hósdagin 31. august 2006 kl. 15.