Vit mugu staðfesta at landsliðið hevur skuffað men vit eiga at sláa kalt vatn í blóðið, sigur Petur Simonsen sum m.a. hevur verið hjálparvenjari hjá Allan Simonsen
Petur Simonsen, sum er ein av royndastu føroysku venjarunum, var eitt skiftið hjálparvenjari hjá Allan Simonsen. Hann kennir tí føroyskan landsliðsfótbólt innanífrá og hann tekur ikki undir við krossferðini sum nú er móti føroyska landsliðsvenjaranum.
– Tað er einki at ivast í at úrslitini hjá Føroyum als ikki hava verið nøktandi. Innsatsurin í Skotlandi var vánaligur, men eg eri ikki samdur í at vit skulu avhøvda landsliðsleiðsluna.
Trupult móti smáu favorittunum
– Tað hevur víst seg áður, at tá vit møta tjóðum, sum vit meta okkum hava tak á, fáa vit ofta trupuleikar og tá forvantningarnir jú eisini eru til hesar dystir, verður skuffilsið uppaftur størri.
– Hesir sokallaðu smáu favorittarnir vísa seg oftast at vera truplir at arbeiða við. Eingin sigur nakað tá vit tapa ímóti Frankarríkið ella Italiu, men tá talan er um sokallaðar smærri fótbóltstjóðir, far pípan eitt annað ljóð.
Vit mugu sláa kalt vatn í blóðið
Eg haldi at Jógvan Martin skal hava rós fyri at hann nú roynir at fáa føroyska liðið at spæla fótbólt. Hetta hevur hann ikki tykið úr leysari luft, tí hann meinar at vit nú hava leikarar sum kunnu spæla fótbólt og hetta eri eg eisini samdur í.
– Hinvegin mugu vit siga at konseptið hjá Jógvan Martin hevur fingið eitt slag frammaná við at vit hava tapt 16-0 í trimum dystum.
– So er spurningurin um landsliðsvenjarin skal venda aftur til gamla verjuspælið, har vit lúrdu eftir einum ella kanska tveimum kontra møguleikum. Sum tónin er í løtuni er kanska meira ralistiskt at venda aftur til hetta slagið av fótbólti, men hinvegin er tað ein sannroynd at hetta ikki kemur at mennað føroysku leikararnar.
– Tað er meira framdryft í tí sum Jógvan Martin roynir, men enn hevur tað ikki eydnast sera væl.
Mangla profilar
– Ein orðsøk til hetta er at vit kanska mangla leikarar sum Toda, Una Agre og John Petersen, sum vóru einstaklingar ið kundu nakað serligt.
– Slíkir einstaklingar eru ikki altíð til taks, men vit kunnu bara vóna at vit aftur fara at síggja slíkar leikarar.
– Hevði eg havt ábyrgdina av landsliðnum so hevði eg verið eitt sindur meira varðin í útgangsstøðinum, men eg vil rósa Jógvan Martini fyri at tora at fremja broytingar og at hava lagt eina linju, sum leggur upp til at vit skulu nakað meira.
– Um vit fáa ein annan landsliðsvenjara so rokni eg ikki við at vit fara at síggja stórar broytingar í fólkinum á landsliðnum, men ein kan sjálvandi diskotera um samansetingin er røtt.
Fokusera uppá tað positiva
– Men tað er greitt at vit kunnu ikki standa modell til fleiri stjór á rað, og tað veit landsliðsvenjarin eisini. Hetta ger at áhugin er fallandi, men tað ringasta sum kann henda er at vit royna at krossfesta bæði ein og annan.
– Vit mugu flyta fokusið á tað konstruktiva, soleiðis at vit fáa tað besta burtur úr, og tað sum landsliðið fyrst og fremst hevur brúk fyri í løtuni er uppbakking.
– Vit skulu nú møta Litava á heimavøllið og skulu vit fáa eitt gott úrslit er neyðugt at vit standa saman um hvønn einstakan landsliðsleikara. So kann leiðslan í FSF taka støðu til teir meira langsigtaðu spurningarnar.
Stórtap er ikki nakað nýtt
-Páll Guðlaugsson, Allan Simonsen og Hendrik Larsen vunnu allir Føroyum nøkur fantastisk úrslit, men teir løgdu allir rygg til stórtap, men tað er bara soleiðis at tá ein av okkara egnu stendur við ábyrgd eru vit skjótari at kritisera.
– Eg haldið at Jógvan Martin skal sleppa at vísa hvat dugur er í honum sum landsliðsvenjari og tí eiga vit ikki at lata tvey vánalig úrslit avgerða lagnu hansara.
– Bólkurin sum vit eru komin í er ógvuliga trupul. Vit skulu møta baði heimsmeistarunum og varaheimsmeistarunum, samstundist sum Skotar vístu at teir ætlar sær nakað stórt í ár. Tað var tíðuligt at skotar vóru uppsettir til dystin móti Føroyum og alt tyktist at eydnast hjá teimum.
– Eg haldi eisini at teir høvdu marginalarnar við sær móti Føroyum. Tvey brotsspark og harafturat fingu teir nøkur mál sum kanska vóru í bíligara endanum.
– Føroyska landsliðið kemur ongantíð at hava tað lætt í altjóð fótbólti og tí mugu vit vera realistisk í tí sum vit krevja av okkara leikarum.
– Minstakravið er at vit standa saman um landsliðið tí tá kann nakað gott spyrjast burtur úr.




