Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frá Leikalund: Listaframsýning í Leikalund

(Norðlýsið – Tíðindi)

Eir í Ólavsstovu hevur forkunnuga framsýning í Leikalund komandi mánaðin.

Fríggjakvøldið 8. sep. kl. 19.00 letur upp framsýning við Eir í Ólavstovu.

Eir er kend við sínum sendingum í Sjónvarpi Føroya har hon starvast, umframt hetta starv er hon virkin listamálari. Hennara listarligu dygdir verða sýndar fram í Leikalund í Klaksvík komandi mánaðin ella so, sýningin heldur fram til mikudagin 4. oktober.

Í samband við ferniseringina fríggjakvøldið, hevur Leikalund opið til kl. 23.00.

Eir í Ólavstovu er fødd í 1962 í Tórshavn
Útbúgving : cand comm. og WEB sniðgevi
Starv: programmfólk SVF
Eir hevur altíð mála og tekna, í 1982 gekk hon eitt skifti til croqi tekning á arkitektskúlanum í Keypmannahavn. Umframt tað hevur hon tikið ymisk skeið í tekning, grafik, máling og keramik
Gjøgnum árini hevur Eir haft fleiri framsýningar bæði í Føroyum og Danmark, tey seinastu árini
hesar:

2000 Føroyahúsið í Keypmannahavn
2002 Smiðjan í Lítluvik
2005 Smiðjan í Lítluvík
2005 Riberhús í Fuglafirði

Upp og afturlatingartíðir hjá Leikalund eru hesar:
Mánadag  Leygardag 10.00  20.00

Ókeypis atgongd